Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð hevur við fyrru viðgerð samtykt at eykajátta 32,6 mió. krónur til útstykkingina við Stórutjørn.

Ein partur av hesi upphæddini er eisini til at keypa manglandi lendi og til matrikulering.

Býráðið samtykti í oktober 2025 at broyta verkætlanina, soleiðis at fleiri íbúðareindir verða við Stórutjørn.

Tá talan er um eykajáttan, skal málið hava tvær viðgerðir í býráðnum. Sostatt skal málið fyri býráðið eina ferð afturat.

Ætlanin er at bjóða økini við Stórutjørn út í endanum á hesum árinum.

Kommunan leggur út fyri fjarhita
Nýggja útstykkingin við Stórutjørn skal hava fjarhita, men Fjarhitafelagið hevur boðað frá, at felagið ikki hevur fíggjarligt rúm til at bera kostnaðin at leggja fjarhitaleiðingar.

Tískil er neyðugt, at kommunan í fyrstu atløgu rindar kostnaðin, sum verður mettur til umleið 8 mió. krónur. Her er talan um prosjektering, at veita og leggja fjarhitarør og eftirlit.

Víst verður á, at útstykkingararbeiðið byrjaði longu í 2024, og at neyðugt er at taka eina skjóta avgerð um fjarhita, so arbeiðið ikki steðgar upp.

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at heimila umsitingini hjá Tórshavnar kommunu at gera avtalu við Fjarhitafelagið um planlegging, fremjan og avhendan av fjarhitaanleggi til býlingarnar B1 og B4 við Stórutjørn, og at eykajátta 8 mió. krónur til at leggja fjarhita við Stórutjørn.

Eisini í hesum føri er talan um eykajáttan, og skal málið tí eisini til eina aðru viðgerð í býráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #