Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Vinna

Horesta, sum er felagsskapur hjá hotellum og restauratiónum í Danmark, hevur melda felagið Nest Collection til politiið fyri at reka sonevnt skuggahotell.

Nest Collection hevur minst 170 íbúðir sum fyritøkan leigar út í stutttíðarleigu gjøgnum Airbnb ella líknandi tænastur á netinum, hóast talan er um íbúðir við bústaðarskyldu.

- Vit hava onki ímóti kapping, men tað skal vera javnbjóðis kapping sum fylgir somu reglum. Gistingarhúsini halda seg til lógina, tað skulu hini eisini gera, sigur Jeppe Møller-Herskind.

- Reglurnar finnast. Trupulleikin er bara, at tær verða ikki handhevjaðar. Tað skapar ein gráan markna, har summi kunnu forvinna pengar uppá at sleppa sær undan reglunum, uttan at tað fær avleiðingar. Tað er hesum, vit vilja til lívs og vilja hava myndugleikarnar at taka støðu, annars missa reglurnar sítt virði, sigur hann. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #