Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak
Politikkur

Miðflokkurin: Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum nú kallast Rótin.

Hetta er fyrsti landsfundur, har Steffan Klein Poulsen er formaður.

Landsfundurin verður hildin sambært viðtøkunum. Tveir nevndarlimir standa fyri vali í floksstjórnini (nevndini) og tað er longu staðfest, at hesir ikki taka við afturvali. Somuleiðis skulu tveir tiltakslimir veljast í floksstjórnina. Eisini verður onkur viðtøkubroyting viðgjørd umframt nýggju stevnuskránna.

Harafturat eru øll vælkomin til almennu móttøkuna frá kl. 14.00 í samband við formansskiftið. 

Skráin fyri landsfundin:
9:00     Morgunmatur
9:45     Andakt
10:00     Aðalfundur og formansfrágreiðing
11:00     Politiskt orðaskifti
12:00     Steðgur og døgurði 
14:00     Almenn móttøka í samband við formansskiftið 
16:00     Liðugt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #