Í dag var seinni partur av sermerktu Við Tórði á túr-røðini frá 2023 um "Einbúgva av Viðareiði", Mikkjal Lodmund Sørensen, sendur í útvarpinum.
"Um eg komi til Føroya aftur pá besøg? Tað veit mann ikki," segði Mikkjal við TórðMikkelsen, tá hann fór aftur í jolluna hjá sær.
"Kemur tú ikki ein túr? Tú kanst koma við mær, tá eg fari heim aftur til Føroya," var Tórður Mikkelsen skjótur at svara.
"Nei, halt kjaft," svaraði Mikkjal, meðan hann lat seg í ein jakka umborð á jolluni. "Nú eri eg vorðin 86 ár, og eg livi til eg blívi 100. Tað havi eg sagt í nógv Harrans ár. So tað kann vera, at mann kemur ein túr til Føroya um eini tvey ár."
Mikkja Lodmundur Sørensen andaðist týsmorgunin 3. februar 90 ára gamal.
Endurhoyr seinna part av røðini "Einbúgvin av Viðareiði" HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



