Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Onnur tíðindi

Svenska fyritøkan Minesto, sum saman við SEV mennir møguleikar at fáa elorku úr sjóvarfallinum kring Føroyar, hevur nú gjørt avtalu við íslendska felagið Haf-Afl um at menna líknandi orkuverk í Íslandi eisini, serliga á fjarskotnum plássum sum ikki eru bundin í høvuðs elnetið.

Hesum boðar Minesto frá í børsfráboðan í morgun. 

Haf-Afl hevur í eina tíð gjørt kanningar av sjóvarfalli í Íslandi, júst við tí fyri eyga at vinna orku úr sjóvarfallinum. 

- Samstarvið við Minesto gevur okkum atgongd til virðismikla vitan, og nú kunnu vit fara meira ítøkiliga til verka og finna egnað støð, sigur Eyvar Örn Geirsson frá Haf-Afl í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #