Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Krutl

Í morgin verður ættin mest útnyrðingur, lot til frískan vind, tað verður kalt, millum 2 og 4 stig. Tað verður samdrigið men avfallið kemur ikki fyrr enn móti kvøldi, tá møguliga sum kavi ella vátaslettingur.

Týsdagin nakað frískari vindur, framvegis av útnyrðingi, framvegis eisini skýggjað ella samdrigið og kanska okkurt æli, serliga fyrrapartin, hitin millum 2 og 4 stig.

Mikudagin eystan, bert eitt lítið lot, sami hiti, millum 2 og 4 stig, og helst fleiri æl gjøgnum dagin sum kavi ella vátaslettingur.

Hósdagin verður lýggjari, upp í 8 stig, hann kemur av landsynningi og tað verður samregn.

Fríggjadagin lot til frískan vind av landsynningi, sólin sær tað mesta av degnum men tað verða eisini fleiri æl, hitin upp í 10 stig.

Næsta vikuskifti heldur hann sær framvegis eystanfyri, millum sunnan og eystan, nakað av vindi og sólin sær leygardagin, sunnudagin verður mestsum stilli, hitin millum 8 og 12 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #