Nú føstan nærkast skipar Visit Tórshavn aftur fyri tiltakinum Huldulitt sum skal varpa ljós á siðsøgu og mentanararv, eins og kveikja áhuga, serliga tí nógv, bæði børn og vaksin, kenna lítið til huldu- og sagnaverðina í dag.
Tiltakið er vanliga frá 31. januar til 8. februar.
Viðarlundin verður til eina "huldulund", prýdd við ljósi, kreativum verkum frá skúlum/stovnum og einum loyniligum portali – eitt slag av gandakendum gøtutúri, har tú kanst ganga runt og uppliva ymiskar “huldu”-støðir.
Eisini eru nøkur tiltøk, eitt nú Silent Disco: dansa millum trø, skuggar og “yvirnatúrligar verur” (fyrstu ferð í Viðarlundini sambært skránni), og eini huldugongu, sum er ein gongutúrur í myrkri gjøgnum viðarlundina við søgum og frágreiðing um forniskar sagnarverur og gomul siðaløg.
Myndamaður okkara, Ólavur Frederiksen, hevur verið í viðarlundini við myndatólinum.
Tey stóru trøllini á myndunum hjá Ólavi Fredriksen eru redigerað inn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



