Íverksetarahúsið: Nýskapandi hugskot, dirvi og ungur íverksetarahugur verða í miðdeplinum, tá SkúlaFM-finalan 2026 verður hildin hósdagin 5. mars kl. 09.30 í Dansifrøi í Havn. Sjey bólkar úr framhaldsdeildum kring alt landið fara at kappast og leggja fram sínar verkætlanir fyri einum dómarapaneli.
SkúlaFM er árliga íverksetarakappingin fyri næmingar í 8., 9. og 10. flokki. Kappingin gevur teimum ungu høvi at royna seg við egnum hugskotum og menna tey til veruligar vørur ella tænastur.
Seinasta árið hava næmingarnir luttikið í skeiðum, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri, og harumframt fingið undirvísing í íverksetan á skúlunum. Gjøgnum málrættaða undirvísing, virkisvitjanir og fyrireiking til finaluna hava tey fingið royndir við nýhugsan, samstarvi og sølu. Í finaluni fáa tey høvi, at vísa fram úrslitið av sínum arbeiði.
Í ár eru næmingar frá Skúlatrøð, Eysturskúlanum, NámX og Skúlanum við Løgmannabreyt við í finaluni.
Í steðginum verður okkurt søtt at fáa, og harumframt fara Sophilia Wraae Mukisa og Filip á Smið, ið eru kend úr sjónvarpsrøðini Hoydalar, at spæla nøkur løg.
Dómarapanelið velur bestu verkætlanina og vinnandi bólkurin fær – umframt heiðurin – møguleikan, at umboða Føroyar í donsku kappingini Next Level, sum er ein líknandi íverksetarakapping fyri skúlaungdóm. Betri og Føroya Tele stuðla við vinningum til nr. 1, 2 og 3.
SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og skúlarnar kring landið. Verkætlanin er við til, at skapa og styrkja íverksetarmentanina í Føroyum longu frá ungum árum og gevur næmingum møguleika, at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



