Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, sjey eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og eitt við Føroyar. Okkurt landar í vikuni.
Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður brúiligt onkran dag, men meira ivasamt fleiri dagar í vikuni. Tí vænta vit ikki so nógvan útróður.
Ein djúpvatnstrolari er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Ein fiskar svartkalva og ein fiskar tosk og svartkalva. Allir landa í vikuni.
Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.
Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men fara út tá veðrið er til vildar.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



