Glasir Samskifti: Fríggjadagin 6. mars var Kambsdalur karmur um regionalu finaluna í Ungt Virki 2026, har næmingar úr miðnámsskúlum kring landið kappaðust um besta hugskoti. Dagurin savnaði næmingar, lærarar, dómarar og vinnulív um eitt felags endamál: At menna og vísa føroyskan íverksetarahug og nýskapan.
Longu frá morgunstundini vóru næmingarnir í gongd við at prýða og gera klárt við básarnar hjá sínum fyritøkum. Í alt 25 bólkar luttóku - hvør við sínum egna hugskoti, sum varð sýnt fram á framsýningini.
Rektarin á Miðnámi á Kambsdali, Christian Joensen, setti kappingina og bjóðaði luttakarum og gestum vælkomnum. Eftir eina stutta kunning um dagin fóru dómararnir runt at vitja básarnar, har tey fingu innlit í hugskotini og arbeiðið hjá næmingunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



