Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
Onnur tíðindi

Eysturkommuna: Býráðið í Eysturkommunu samtykti á býráðsfundi tann 26.02.26 at taka av tilboðnum hjá J&K Petersen, um at gera grundstykkir í nýggja býlinginum í hjartanum av Syðrugøtu. Arbeiðstakarasáttmálin varð undirskrivaður 02.03.26.

Talan er um 8 sethúsa grundstykkir, ið verða gjørd byggiklár. Harumframt eru 3700 fermetrar lagdir av til raðhús og íbúðarbygging. Tað verður J&K Petersen, ið koma at standa fyri arbeiðinum, og somuleiðis verður tað J&K Petersen, ið skulu standa fyri at byggja og selja raðhúsini. Her verður talan um áleið 15-17 raðhús, so samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum verður 23-25 bústaðir.

Verkætlanin hevur verið ávegis í nøkur ár, og fyrsta prátið um lendiskeyp var í 2021. Fyri nakað av tíð síðani, varð avtala undirskrivað við Henning Larsen arkitektar um at tekna og prosjektera, umframt at SPENN hevur staðið fyri konstruktiónum og SMJ fyri El og HVS.

Arbeiðið er nú komið so mikið ávegis, at sáttmáli er undirskrivaður ímillum Eysturkommunu og J&K Petersen.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, og Sigtór Petersen, stjóri í J&K Petersen, skrivaðu undir sáttmálan í býráðshúsinum mánadagin, 02.03.26.

Arbeiðið fer eftir ætlan í gongd í mars mánaði, og kemur væntandi at taka tað mesta av einum ári. Tá ið grundstykkini verða klár, verður lýst nærri, hvussu hesi verða seld borgarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #