Vindurin veksur av landsynningi út á dagin, og seint seinnapartin er bæði vindur og regn ella vátakavi.
Jari í Hjøllum greiðir frá: trýst her
Veðurstovan: Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin, skrivað kl. 11:58.
Seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, men vindurin veksur líðandi upp í strúk í vindi ella skrið, 13 til 18 m/s, seint seinnapartin. Samdrigið og sum frá líður regn, møguliga við vátakava í hæddunum. Í kvøld strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s, samdrigið og regn, stundum grov æl. Seinni støkkur hann vesturum í útsynning, frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður, fyrrapartin í morgin møguliga við vátakava ella kava. Hitin 2 til 6 stig, í hæddunum niður móti frostmarkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



