Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Innsent: Týsdagin 21. apríl kl 15 lata hølini "Hjá Judith" upp á Heiðavegi 53 í Saltangará, við spennandi framsýning hjá listamanninum Finleif
Mortensen.

Navnið "Hjá Judith" er siðsøga á Runavíkar-leiðini. Judith Johannessen
var í nógv ár tann, sum mundi taka flest allar myndir fyri eysturoyingar
og onnur í økinum rundanum, tá okkurt serligt skuldi gerast burturúr, so
sum vígslumyndir, jólamyndir, skúlamyndir og serstøk høvi. Og
Fotomiðstøðin hjá Judith var staðið, har man fór at keypa sínar 24 stk
ella 36 stk filmar áðrenn summarferiuna, og spent(ur) heintaði tær
nakrar vikur inn í skúlaárið, fyri at vita um ikki onkur góð mynd mundi
vera ímillum.

Judith er fødd Berg Olsen og vaks upp á Toftum. Í 1961 giftist hon
toftamanninum  Karl Johannessen, og búðleikaðust tey fyrstu 3 árini í
Havn, har hann lærdi til timburmann og hon hjá Bambus Foto. Eftir lokna útbúgving búsettust tey á Toftum. Í 70´árunum bygdu Karl og bróðurin Hjalmar bygningin á Heiðavegi 53, og í 1979 byrjaði Judith egið myndavirksemi í innara (norðara) partinum av bygninginum undir navninum "Fotomiðstøðin". Hetta má sigast at vera bæði slóðbrótandi í sjálvum sær, og heilt einastandandi fyri eina unga kvinnu við 3 børnum, manni og heimi í sjeyti-árunum. Judith arbeiddi í og fyri sítt lívsverk so leingi hon orkaði, og helst nakað væl afturat. Í 2008 yvirtók seinasti lærlingur hennara, Sunrið í Gong, virksemi, sum hon koyrdi víðari á staðnum í nøkur ár. Sunrið er framvegis virkin sum myndakvinna aðrastaðni í landinum.

Við navninum "Hjá Judith" verður heiður og virðing víst hesi lokalu
megnarkvinnu og slóðbrótara innan føroyska myndlist og vinnu. Hølini liggja mitt í býnum, eru lætt atkomilig við góðum parkeringsmøguleikum, og kunnu leigast og nýtast til alt hugsandi virksemi í passandi stødd.

Finleif Mortensen er víðagitin føroyskur listamaður, ið málar abstraktar
oljumálningar við vøkrum litum og einføldum landsløgum. Hann leggur dentá at fanga huglagið og rúttmuna í náttúruni, serliga úr Norðoyggjum og Streymoynni. Finleif hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur givið út myndabók úr føroysku fjøllunum.

Framsýningin og hølini lata upp týsdagin kl. 15,  og verður opið kl
15-18 allar dagarnar til og við fríggjadagin 24. apríl. Listamaðurin
verður til staðar allar dagarnar undir framsýningini.

Útvarpsstøðin Aldan, sum húsast í sama bygningi, verður til staðar til
upplatingina, og vera samrøður við listamannin og við fólk við vitan um
søguna á staðnum og onnur, at hoyra seinnapartin. Aldan hoyrist á FM
kring alt landið og á aldan.fo ella Aldu-appini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #