Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
Vinna

Kodio: Terminal.fo hevur sett Levi Nybo í starv sum stjóra. Levi hevur seinastu 17 árini arbeitt á Føroya Tele, sum vinnuráðgevi og við ábyrgd av terminaløkinum. Við Levi og hansara drúgvu royndum innan gjaldsøkið, styrkir Terminal.fo um leiðsluna og leggur dent á víðari menning og vøkstur komandi tíðina.

- Levi er kendur fyri sítt arbeiðssemi og avbera góðu kundatænastu - vit eru takksom fyri, at hava fingið Levi til stjóra, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio, sum eigur Terminal.fo

Sum stjóri, fær Levi ábyrgd av dagligu leiðsluni, strategisku menningini og at tryggja, at Terminal.fo framhaldandi veitir tænastur og loysnir á høgum støði til kundar og samstarvsfelagar.

Levi Nybo sigur sjálvur:

– Eg gleði meg at taka næsta stigið saman við dugnaliga toyminum á Terminal.fo. Vit hava eitt gott grundarlag at byggja víðari á - og eg síggi stórar møguleikar fyri framhaldandi menning og vøkstri. 

Terminal.fo er ein føroyskur heildarveitari av gjaldsloysnum og er partur av Kodio samtakinum.

Við setanini av Levi Nybo, tekur Terminal.fo eitt týðandi stig í víðari menningini av felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #