Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein
Tiltøk

POSTA: Í dag gevur Posta eitt nýtt frímerki út í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá skótarørsluni í Føroyum.

Í sambandi við føðingardagin verður móttøka í Skótahøllini hjá SSB við Havnará í dag, 2. februar.

Dyrnar lata upp kl. 14, og móttøkan byrjar kl. 16, har Sigurð L.  Lamhauge, fylkisstjóri, fer at siga nøkur orð, og Ingun N. Olsen frá Posta fer at greiða frá um frímerkið.

Skótarørslan í Føroyum 100 ár
Tað var í 1926 at fýra ungdómar í Havn settu Skótafylki Sigmunds Brestissonar á stovn. Longu tvey ár seinni, í 1928, byrjaðu gentuskótarnir hjá KFUK, meðan dreingjaskótarnir hjá KFUM byrjaðu virksemið í 1939. Frelsunarherurin hevur eisini havt skótavirksemi eitt tíðarskeið.

Skótarørslan er heimsins størsta barna- og ungdómsrørsla við áleið 60 milliónum skótum í fleiri enn 200 londum. Í Føroyum eru umleið 1.000 skótar. Tað var Robert Baden-Powell, sum byrjaði altjóða skótarørsluna, tá hann í 1907 skipaði fyri tí fyrstu skótaleguni fyri dreingir á oynni Brownsea Island. Her lærdu teir um náttúruna og m.a. at sova úti. Hetta varð byrjanin til skótarørsluna, ið skjótt breiddi seg kring heimin.

Skótarørslan byggir á felagsskap, ábyrgd, virðing, útilív og persónliga menning. At vera skóti gevur upplivingar, førleikar og minnir fyri lívið.

Málningin, sum frímerkið myndar, hevur Jón Magnus Joensen málað.

Fáast til keyps
Frímerkini fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #