Eyðstein Jacobsen úr Hvalba hevur verið ein av trúgvu luttakarunum á barna- og ungdómsráðstevnunum hjá FSF - Mynd: www.FSF.fo
Eyðstein Jacobsen úr Hvalba hevur verið ein av trúgvu luttakarunum á barna- og ungdómsráðstevnunum hjá FSF - Mynd: www.FSF.fo
FSF: – Øll hava tað sama endamálið, og tað er at skapa nakað fyri ungdómin.
Tað sigur Eyðstein Jacobsen millum annað, tá FSF Varpið fekk orðið á hvalbingin, sum um vikuskiftið var ein av teimum næstan 90 luttakarunum, ið vóru á árligu barna- og ungdómsráðstevnuni hjá FSF.
– Eitt er, hvat er á skránni, men so hava steðgirnir eisini stóran týdning, tí tá verður tosað og sparrað millum venjarar og feløgini, og tað er altíð gevandi, sigur Eyðstein Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



