Svar upp á fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini, um skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður brúktur til skanning av bróstkrabba, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er avtalan við Aalborg Sjúkrahús um viðgerð av kvinnum við bróstkrabba uppsøgd?
2. Um avtalan er uppsøgd, hvat merkir hetta fyri bíðitíðina hjá kvinnum at sleppa til kanningar og viðgerð?
3. Merkir ein uppsøgn av avtaluni longri bíðilista?
4. Verður skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba?
5. Um ja, hvussu nógvar skanningar eru gjørdar ?
6. Um nei, hvør er so orsøkin til tað, tá tað er staðfest, at hann hevur neyðugu tøknina til tað?
7. Gevur 3T MR-skannarin eina neyvari mynd enn mammografikanningarnar, sum í løtuni verða gjørdar?
8. Eru ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið?
Svar:
Til spurning 1
Aalborg Sjúkrahús segði samstarvsavtaluna um bróstkrabbaviðgerð upp tann 1. september 2025.
Sjúkrahúsverkið hevur gjørt eina nýggja samstarvsavtalu um bróstkrabbaviðgerð við Herlev Gentofte Hospital, sum tók við, tá avtalan við Aalborg Sjúkrahús fór úr gildi.
Til spurning 2
Bíðitíðin til kanningar er óbroytt og í summum førum styttri. Bíðitíðin til viðgerð er í summum førum longd við nøkrum døgum.
Til spurning 3
Bíðilistin er ikki vorðin longur, síðan avtalan varð uppsøgd.
Til spurning 4 og 5
Í løtuni verða MR-skanningar av brósti ikki gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Til spurning 6
Tá nýggi MR-skannarin kom á Klaksvíkar Sjúkrahús, varð ein ætlan løgd fyri íverksetan av skannaranum, bæði viðvíkjandi upplæring av starvsfólkum og verkseting av kanningum.
At byrjað við, vórðu MR-skanningar av bróstum ikki ein av teimum kanningum, sum vórðu íverksettar, men í januar 2026 er Sjúkrahúsverkið farið undir at gera tað útgreiningararbeiðið og tær fyrireikingar, sum skulu til, fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk.
Tað er MR-toymið í Sjúkrahúsverkinum, við starvsfólkum frá bæði Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum, sum ger útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar. Tá hetta er klárt, skulu skanningar av bróstum gerast í 3 Tesla skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Væntandi verður hetta klárt at seta í verk aftaná summarferiuna í ár.
Til spurning 7
MR-skanningar av brósti kunnu ikki koma í staðin fyri mammografikanningar, men verða nýttar sum ískoyti til mammografi.
Kanningin verður serliga nýtt:
- Til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna ílegubrek (t.d. BRCA).
- Til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba, áðrenn skurðviðgerð (neoadjuverandi kemoterapi).
- Evropeiskar leiðreglur (t.d. ECIBC) viðmæla, at MR verður lagt afturat sum “tilpassað” screening hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað (høj brystvævstæthed). Hetta verður ikki viðmælt sum standardscreening hjá øllum kvinnum.
Til spurning 8
Tað eru ongar ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið í bræði.
Í løtuni verður gamli 1,5 Tesla MR-skannarin á Landssjúkrahúsinum, sum er 13 ár, dagførdur.
Hetta merkir, at øll teknisk- og telduútgerð verður skift út, men at sjálv 1,5 Tesla magnetin verður varðveitt. Hetta leingir um livitíðina hjá skannaranum við nógvum árum.
Almanna- og heilsumálaráðið, 11. februar 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



