Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stýrið hjá Bú og Heimatænastuni í Suðuroy hevur samtykt at seta Hanus Toftheyggj í starv sum leiðara í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy

Tríggir ukrainar eru á listanum hjá Time Magazine yvir mest týðandi og máttugar persónar í 2022

ES og NATO eru farin at savna eina samgongu, sum skal í kríggj móti Russlandi, var boðskapurin hjá russiska uttanríkismálaráðharranum, Sergej Lavrov, á tíðindafundi fyrr í dag

Tað gjørdist ein dramatisk bjargingaraksjón at fáa kýrnar av aftur skerinum í Hustadvika í Noreg

Granskarar hava kannað týdningin av koppsetingini móti covid-19 út frá dátu úr 185 londum

Í gjár var móttøka í Müllers Pakkhúsi í sambandi við altjóða ráðstevnuna, “Persistent and emerging challenges in international fisheries law”, sum verður hildin í Føroyum í løtuni

Tað kann vera trupult at finna oman á Skálatrøð, um tú eitt nú skalt vitja Byggibúðina hjá Valdemar Lützen, Skeiva Pakkhús, Árstíðirnar, Østrøm ella onnur

Føroyar er tað landið í Evropa, ið nýtir mest tilfar fyri hvønn íbúgva

Eitt russiskt Ilyushin Il-76 flutningsflogfar datt niður í morgun við býin Rjasan smáar 200 kilometrar í ein landsynning úr Moskva. Tað skrivar millum annað tíðindastovan Tass

Nýggj svensk kanning vísir, at menn sum snúsa minka møguleikan at gerast pápi við tíggju prosentum

Stats- og stjórnarleiðarar í ES hava á toppfundi avgjørt at góðtaka Ukraina og Moldova sum ES-kandidatlond

Tórshavnar kommuna játtar 30% í stuðli av samlaða kostnaðinum uppá 2,4 miljónir, eins og kommunan yvirtekur svimjihylsgrundina

Avtalan millum Tórshavnar kommunu og LGBT varð undirskrivað í dag, og sambært umboðunum frá LGBT, Sonju Jógvansdóttir og Esther Petersen, so vóru tær sera takksamar fyri avtaluna

Tríggjar krússararakettir hava í dag rakt havnabýin Mykolaiv har suðuri í Ukraina, sigur ukrainski herurin sambært The Guardian

Borgarar í Sunda kommunu fáa nú atgongd til fleiri talgildar tænastur í Vanganum. Hetta er eitt stórt framstig fyri borgaran, sum fer at viðføra at samskiftið við kommununa verður bæði lættari og skjótari

Tað eru arkitektarnir Zeta Architects, sum hava tilevnað uppskotið, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn

Tórshavnar kommuna fer nú undir nýtt tiltak við heitinum »Ungt Summar«, ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár

Ætlanin er at seta standmyndina av Nólsoyar Pálli á ein stabba av basalti, sum verður settur á eitt fundament, sum verður á eini uppfylling uttanfyri bryggjukantin í Vágsbotni

- Sæð í bakspeglið, var tað eitt mistak at vaksinera børnini, ásannar Brostrøm, stjóri í danska Heilsustýrinum

Miðlarisin Rupert Murdoch (91) og modellin Jerry Hall (65) skulu skiljast eftir seks ára hjúnalag, skriva bæði Variety og The New York Times

J&K Petersen vann útboðið við lægsta tilboði og býráðið hevur í kvøld samtykt at játta samanlagt 12 miljónir til endamálið

Eftir ætlan verður talan um, at Bústaðir byggir, eigur og leigar út 6 leigubústaðir á Snæbjarnarvegi, vesturi á Heyggi í Hvalba

Býráðið samtykti í kvøld einmælt eina prinsippavtalu, ið sum frálíður fer at slóða fyri at seta gongd á stóru campus-verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum

Á býráðsfundinum sinnapartin í dag klokkan 16 skal býráðið taka støðu til avtalu millum Tórshavnar kommunu og LGBT, sum játtar LGBT 50.000 kr. um árið í 3 ár

Summarsólstøður í Sandagerði vóru í Sandagerði í gjárkvøldið, har Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs helt røðu

Frá 2023 kemur B.T. ikki út sum pappírsavís, men bara á netinum. Tað upplýsur Berlingske Media í tíðindaskrivi í dag

2,5 milliónir danir fáa tilboð um endurkopping móti koronu í heyst. Serligir vandabólkar fáa tilboðið longu í næstu viku

Minst 950 eru deyð og 610 skadd, sambært Reuters, sum siterar lokalar myndugleikar

Arbeiðið at gera forkanningar til pumpuskipan og kanningar í sambandi við viðlíkahald av byrgingini í Heygadali er komið hálva leið

Í gjárkvøldið var Summarsólstøður í Sandagerði. Ólavur Frederiksen tók fleiri myndir

Næststørsti býurin í Ukraina hevur verið undir ógvisligum álopum. Nú er býurin raktur aftur, siga ukrainskir myndugleikar

Boði Haraldson hevur verið deildarleiðari á Virkisdeildini hjá Landsverk síðani februar 2020 og sum rakstrarleiðari á Framleiðsludeildini síðani 2016

Í kvøld var tiltakið summarkvøld við Toftavatn og eini 300 fólk vóru komin saman í fagrasta veðri

Í sambandi við fyrireikingarnar til tiltakið Voxbotn, verður tað einvegis ferðsla frá Mylnugøtu út til Skálatrøð frá mikumorgunin 22. juni kl. 8 til hósdagin 23. juni kl. 12

Tórshavnar kommuna hevur nú sett í verk størstu kanning av sínum slag av eldraøkinum í kommununi

Sum støðan er nú gerast sera fá álvarsliga sjúk av korona-smittuni, sigur danski heilsumálaráðharrin

Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Urtagarðstænastuna, um at gera arbeiðið í sambandi við fyrsta byggistig av kirkjugarðinum í Hósvík

Dmitrij Muratov, sum fekk friðarheiðursløn Nobels, seldi medaljuna í nátt fyri yvir 731 mió. kr. Pengarnir fara til ukrainsk flóttafólk

Í eini nýggjari samrøðu við NBC News sigur Dmitry Peskov, talspersónur fyri Vladimir Putin, at Ukraina-kríggið verður drúgt

- Fimm ella seks um dagin at bryja við var lætt nokk, men átta og níggju... Tað klára vit ikki, tað er heilt ógjørligt nú, sigur gravarin Alexander

Vinnararnir í ár vóru úr Danmark (3 virðislønir), Noreg (3 virðislønir) og Svøríki (1 virðisløn)

Mantamálanevndin í Tórshavnar býráð mælir til at skerja játtanina til árliga tiltakið Faroe Pride - úr 20.000 niður í 12.500 krónur, sambært Degi & Viku

Ukrainskar rakettir hava rakt ein boripall í Svartahavinum sum russiska felagið Chernomorneftegaz eigur, skrivar prorussiski leiðarin á Krimhálvoynni, Sergei Askyonov, á Telegram

Hósdagin í farnu viku varð nýtt navn og búmerki fyri Mentanarhøllina á Eiði kunngjørt. Nú eitur høllin Kolshøll

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, undirskrivaðu í morgun avtalu um avhandan av landsvegum

Russiskar deildir halda fram við álopunum á býin Sjevjerodonetsk, men sambært ukrainska verjumálaráðnum, so hava royndirnar higartil at taka býin verið til fánýtis

Áhugin fyri at fáa mett virðið á síni mynt- ella frímerkjasavnið var ovurhonds stórur í síðstu viku, tá umboð fyri danska uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen vitjaðu

Vóru umborð á seglbáti sum tók at søkka útfyri strondini í Grikkalandi

Hon var ring at fáast við og tað var eisini nakað ókyrt í Leynum at halda grind til

Einir 6-7 bátar eru í rakstrinum, talan er um lítla grind