Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dømdi maðurin er ikki danskur ríkisborgari, og hann sleppur ikki til Føroya næstu trý árini, skrivar KVF

Í gjár gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum

Tað skal ikki vera loyvt konspiratiónsteoretikarum at spjaða lygnir, hevur rætturin sagt

Frá hósmorgni kl. 09 kunnu havnarborgarar heinta grind og spik á Vestaru bryggju

Seðlarnir koma út umleið kl. 23.30 á Vestaru kei

ST-aðalfundurin fordømir innlimingina hjá Russlandi av ukrainskum landspørtum

Tórshavnar kommuna boðar frá at nærri boð fáast um nær seðlarnir koma út klokkan 22.30

Hægstirættur í Bretlandi sigur seg «so skjótt tilber» fara at koma við avgerð um loyvt verður nýggjari fólkaatkvøðu um loysing

Ein grind, sum er mett at vera um 300 hval, er á Glyvursnesi og verður rikin inn í Sandágerði

Høgtstandandi ukrainskur embætismaður avvísur í dag kanningarnar hjá russum av spreingini av Kertj-brúnni millum Russland og Krim leygardagin og kallar kanningini "møsn"

Grindin verður rikin á Havnina, verður sagt. Talan er um stóra grind

Fleiri av teimum handtiknu eru russiskir statsborgarar

Ukraina hevur fingið Iris-T loftverjuskipanir frá Týsklandi, skrivar Spiegel

Kommunurnar eru meira skuldabundnar nú, enn tær hava verið seinastu árini. Útreiðslur til rakstur og íløgur eru hægri enn inntøkurnar frá skattum og avgjøldum. Tað er ymiskt, hvussu fíggjarstøðan hjá kommununum er

Uttanríkismálaráðharrin í Russlandi, Sergej Lavrov, er jaligur viðvíkjandi beinleiðis samráðingum millum Russland og USA um Ukraina, skrivar Reuters

70 ára gamli Hollywood filmsframleiðarin, Harvey Weinstein, sum fyrr er dømdur at sita 23 ár í fongsli í New York, skal fyri rættin í Los Angeles í dag fyri enn fleiri ákærir

- Men vit lata ikki alt um okkum ganga

Ein meiriluti á ST-aðalfundinum vrakaði í gjár ynski hjá Russlandi um at atkvøðugreiðsla skuldi vera loynilig

Forsetin í Ukraina sigur seg hava tosað við Joe Biden forseta í dag. Zelenskyj sigur á Telegram at samrøðan var produktiv

- Vit heita á altjóða samfelagið um at geva Ukraina nýggjar loftverjuskipanir

Borgerservice hjá Uttanríkismálaráðnum ávarar nú danskarar, sum eru í Ukraina, um øktan vanda fyri álopum í øllum landinum komandi dagarnar

Í morgun varð rammuavtalan, sum bygdaráðið í Nes kommunu fyri summarfrítíðina samtykti at gera við Bústaðir, undirskrivað

Ukrania fer um fáar dagar at fáa fyrstu av fýra týskum loftverjuskipanum, sigur týska verjumálaráðið, sambært Reuters

Sjónvarpsmaður hjá BBC sendi beinleiðis úr høvuðsstaðnum í Ukraina, Kyiv, í morgun, tá ið russar fóru at bumba býin

Vladimiri Putin forseti skuldsetir ukrainar fyri fleiri terrorálop, í eini talu hann helt í dag

Tann 1. september í ár var fólkatalið 54.081. Tað er vaksið við 636 fólkum ella við 1,2% í mun til somu tíð í fjør. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,6%

Umframt harðar spreingingar í fleiri býum í Ukraina, hava eisini spreingingar verið í Russlandi í morgun

Russar saman við útlendingum hjálptu ukrainskum servandum deildum at fyrireika álopið

Enn er óvist, hvor orsøkin var til spreingingina á Kertjbrúnni, og Russland hevur heldur ikki givið nøkrum skyldina

Sergej Surovikin hevur higartil staðið á odda fyri russiska flogvápninum, nú fær hann ábyrgdina av russisku álopunum á Ukraina

Fleiri brúgvaelement eru oyðiløgd og farin í havið

Politiið arbeiðir við fýra møguleikum

Helst var tað ein bilbumba sum sprongdist á brúnni

Ísraelskur mannarættindabólkur fyri samkynd sigur at 25 ára gamal samkyndur palestini, var hálshøgdur á Vestara áarbakka, tí hann var samkyndur. Um 90 samkyndir palestinar hava søkt um friðskjól í Ísrael

Funnin eru tvey leiði í fyrrverandi russisk-hersetta býnum Lyman har eysturi í Ukraina, har annað er ein hópgrøv, siga ukrainskir myndugleikar

- Heldur enn at grenja um lutfallið millum yngri og eldri á arbeiðsmarknaðinum, áttu politikkarar at fegnast um, at pernsjónisturin arbeiðir nógv longri og er nógv frískari langt inn í elliár

Finski ambassadørurin í Keypmannahavn, Harri Kämäräinen, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Við á vitjanini er Sanna Ringborg, konsul, og Julia Grønholm, samskipari. Í morgun vitjaðu tey á Ráðhúsinum

Í gjárkvøldið varð móttøka í Norðurlandahúsinum í sambandi við altjóða ráðstevnu, kallað “Marine Mammals: A Sustainable Food Resource“, við denti á matramleiðslu úr súgdjórum í havinum

Eftir at fuglakrím hevur verið staðfest hjá villum fugli í Føroyum í eina tíð, er tað nú eisini staðfest í einum djórahaldi við heimafugli í Havnadali

Friðarheiðsløn Nobels fáa Ales Bjaljatski, aktivistur úr Hvítarusslandi og tveir felagsskapir - annar í Russlandi og hin í Ukraina

- Vit savna inn til "fýrverk"

Sum nakað nýtt, ber nú til at heinta dátur frá GNSS støðunum á netinum. Talan er um RINEX dátur, ið er ein stytting fyri Receiver Independent Exchange

Helst mest týðandi kvinnuligi politikarin í Moskva skjýtur upp at parlamentini í Russlandi og Ukraina fara at samráðast um frið

Journalistur hjá CNN var har suðuri í Ukraina í nýliga fríaðum býi og tosaði við íbúgvarnar sum eftir vóru

Biden náðar øllum sum eru tikin við marihuana, skrivar Reuters. Og hann biður allar guvernørar í deilstatunum um at gera tað sama

Tað er ikki loyvt at búgva í báti í Tórshavnar kommunu, nú reglurnar fyri at hava bát liggjandi eru broyttar. Býráðið hevur samtykt nýggjar reglur, skrivar KVF

Norska stjórnin hevur samtykt at russisk fiskiskip bert kunnu leggja inn í tríggjar havnir, og at øll russisk skip sum leggja inn í hesar havnir skulu kannast, verður sagt í tíðindaskrivi frá norska Uttanríkismálaráðnum

Framgongdin hjá Ukraina í Kharkiv-landspartinum hevur givið ukrainska herinum fleiri hundrað russisk vápn, tá russar í afturtøku rýmdu frá bæði tungum vápnum og vápnagoymslum

- Kanningar á staðnum hava styrkt illgrunan um grova sabotasju, sigur ákærin Mats Ljungqvist í tíðindaskrivi

Føroyingar, ið brúka boðskapirnar í ABC fyri sálarliga heilsu, hava tað betri