Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í morgun havt fyrilestur fyri granskarum, ið eru knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg

- Boðað hevur verið frá nógvum vindi komandi samdøgrið. Heitt verður tí á allar borgarar og fyritøkur í kommununi at tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so hetta ikki elvir til skaðar, skrivar Klaksvíkar kommuna

Forsetin í Turkalandi Recep Erdogan boðar frá undantaksstøðu í tíggju býum í tríggjar mánaðir eftir jarðskjálvtan. Býirnir eru kreppuøkir, sigur forsetin

Hóast semja var um at dagføra fosturtøkulógina áðrenn valið, er ikki vissa fyri, at lógin verður dagførd í hesum valskeiðinum, skrivar KVF

- Sjúklingar, sum eru í viðgerð við Dicillin Sandoz 500mg kapslum fyri bruna, skulu fara aftur á apotekið við heilivágnum og fáa annað slag av heilivági

– Alt Turkaland flutti seg 3-5 metrar, sigur italski jarðskjálvtaserfrøðingurin Carlo Doglioni við la Repubblica

Talið av deyðum eftir jarðskjálvtarnar í Turkalandi og Sýria er alsamt vaksandi. Í kvøld er talið yvir 3.600, upplýsa myndugleikarnir í báðum londunum

Samanlagda talið av deyðum eftir jarðskjálvtarnar í Turkalandi og Sýria er nú yvir 2000, skrivar tíðindastovan AFP

Eisini á jarðskjálvtamátistøðini á Sornfelli var jarðskjálvtin í Turkalandi skrásettur í nátt. Tað sigur Uni K. Petersen, sum er jarðalisfrøðingur hjá Jarðfeingi, skrivar KVF

USA fer at senda vápn til Ukraina fyri 14,8 milliardir krónur

»Urtagarðsbýurin« er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum og liggja til grund fyri nýggjari serstakari byggisamtykt fyri miðbýin

Undir húsaleivdunum í Turkalandi senda innibyrgd fólk nú boð út á sosialu miðlunum í vónini um, at onkur fær tey út aftur

Yvir túsund fólk eru deyð eftir jarðskjálvtarnar í Turkalandi og Sýria í nátt. Og fyrrapartin í dag var nýggjur harður jarðskjálvti í Turkalandi

Ikki færri enn 64 fólk vórðu dripin við skotvápnum í Svøríki í 2022. Tað er tað mesta í øllum Europa, og politiovastin vil hava betri amboð til at standa ímóti við

Jarðskjálvtin rakti eisini fleiri onnur lond

Vika Sex hevur verið eitt afturvendandi átak í nøkur ár, har ljós hevur verið varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað

Fólk geva sær kanska ikki far um, at tað kann hava álvarsligar fíggjarligar avleiðingar at koyra bil ávirkaður av alkoholi

USA sigur, at ballónin var partur av størri neti at njósnaraballónum

Leitað verður nú eftir restunum

Ætlaði sær at svimja saman við einum flokki av springarum, tá hon bleiv álopin av einum hávi

Nógvur vindur og avfall hava økt um vandan fyri fleiri skalvum

Tað var ikki væl móttikið hjá øllum kundunum, at Elding hevði eftirlit við útgongdina og bað um at síggja kvittan fyri tað, fólk fóru avstað við úr handlinum

Í samband við nýggju verkætlanina hjá SEV um at byggja eitt vind-pumpuverk í Vestmanna skal nýggjur vegur gerast niðan í dalin

Ein njósnaraballón er eisini sædd yvir Latínamerika, sigur verjumálaráðið í USA fyri CNN

Margretha drotning hevur avlýst sína vitjan á Tjóðsavninum í morgin, har hon skuldi síggja framsýningina “Jakten på danmarkshistorien”

Tað sum amerikanski herurin helt kundi vera ein kinesisk ballón sum njósnaðist, er sambært Kina ein sivil ballón sum savnar veðurfrøðiliga dátu

Tá farið varð undir at gera ánna á Vaglinum var ein øgiligur sjongur, serliga á sosialu miðlunum, um at nú fór alt tað gamla undir betong

– Tað er ein spennandi og týdningarmikil uppgáva, sum eg eri sloppin at hava ábyrgdina av, sigur Ditte Mathilda Joensen, nýggjur blaðstjóri á Fyndini

Myndugleikarnir í USA hava skrásett eina ballón, sum sveimar í lofthválvinum, og sum illgruni er um at kinesisk fregnartænasta hevur sent upp

Í Bretlandi hava tey nú funnið fleiri súgdjór smittað við fuglakrími

- Nú tað er greitt, at tað bert eru tvey valevni, verður ikki skipað fyri undanvali áðrenn aðalfundin. Birita og Borgný eru tí afturvaldar uttan mótvalevni, sigur Starvsfelagið

Turið Gaard Hansen er sett í hálvtíðarstarv sum verkætlanarsamskipari hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Hesa vikuna eru níggju kommunur farnar undir at bjóða borgarum sínum tænastur á Vanganum

Meginparturin av dóminum er treytaður, men maðurin skal tó inn at sita í tríggjar mánaðir, skrivar KVF

Tann 34 ára gamla kvinnan greiddi løgregluni frá, at hon vildi vísa kálvinum miðbýin í Moskva, skrivar ríkistíðindastovan Tass

Feløgini hjá journalistum í Danmark, Finnlandi og Íslandi eru komin til somu niðurstøðu sum felagið hjá norskum journalistum, meðan Sveriges Journalistforbund ikki hevur tikið støðu enn

Seinasta fríggjakvøld hendi eitt mistak, tá spælt var um fulla plátu. Tann, sum av røttum átti at snarað hjólinum, var av misgáum avvístur, tá hann ringdi inn

- Danska heilsustýrið mælir til, at børn eldri enn 4 ár og vaksin dagliga fáa 5-10 mikrogram av D-vitamin ískoyti vetrarhálvuna, tvs. frá oktobur til apríl

Tað vórðu 626 børn fødd í Føroyum fjør. Øll uttan eitt vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum, 307 gentur og 318 dreingir. Heili 12 tvíburðapør vórðu í 2022

Rættarhjálpin hevur kunngjørt sína ársfrágreiðing

Tað siga keldur í amerikanska embætismannaverkinum við Reuters. Rakettirnar hava eitt virði á 15 milliardir krónur

Á Intra fegnast tey um, at tey kunnu vera við til at útflyta KT-skipanir, tá hetta hevur verið nakað sum fleiri samgongur á rað hava arbeitt fyri og ynskt

Russisku myndugleikarnir viðganga at hava mobiliserað yvir 9000 russar til kríggið móti Ukraina, skrivar óhefti russiski miðilin Novaya Gazeta

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt

Tá Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu, fer tað at kosta tað sama, at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin, sum ígjøgnum Eysturoyartunnilin

Í gjárkvøldið var borgarafundur í Skúlanum á Argjahamri, har ein av størstu bústaðarverkætlanum hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð varð løgd fram. Væl av fólki var møtt til borgarafundin

- Tá ein kommuna burturvísur einum skipi vegna larm fer skipið bara í aðra havn at liggja, sigur felagið Heimafriður, í eftirmetingini av Kommunalu reglugerðini um óljóð frá skipum

Tað vísir árliga uppgerðin hjá felagsskapinum Transparency International

- Hin 19. februar fer ein nýggj antikrígs samgonga millum fólk frá progressiva vinstraveinginum og libertarianska høgraveinginum at ganga mótmælisgongu

Forsetin í USA, Joe Biden, vil ikki geva Ukraina F16-flogfør, skrivar tíðindastovan Reuters