Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dan er 44 ára gamal, hann er ættaður úr og búsitandi í Vági

Longu fyrrapartin í morgun eru bilrøðirnar langar, tí meginparturin ætlar sær inn á parkeringsøkið uttanfyri høllina. Frægast er tó at nýta onnur parkeringspláss í økinum

Týsk løgregla hevur handtikið 25 fólk í dag, sum ætlaðu at fremja statskvett

Minkingin er 527 bilar sum svarar til nærum 20% teir fyrstu 11 mánaðirnar í ár

Borgarstjórin var í gjár og vitjaði í Skansahúsinum. Skansahúsið er felagslon fyri hjálpar- og boðanarfelagskapir, ið byggja á kristnan grundvøll

- Vit gleðast um fólkavøksturin og loysa trupulleikarnar

Drekin er væl størri enn teir sum longu eru, og tí skulu munandi størri fundament eisini til

Ætlar tú tær at brenna bál á nýggjárinum, kanst tú søkja um loyvi nú

Í ár var miðalhitin fyri novembur 8,4 stig, sum sum er heitari enn miðal seinastu árini og tann hægsti síðani 1875

Ein 25 ára gamal maður bleiv í Føroya Rætti í gjár dømdur 1 ár og 8 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið tvær gentur

Á almenna borgararfundinum í vikuskiftinum umrøddu valevni úr øllum flokkum spurningin um Føroyar er eitt vælferðarsamfelag

Avhendingarskjalið uppá nýggju tónleikahølini í Tofta skúla vórðu undirskrivaði fyrrapartin. Fyri byggifyritøkuna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri, og fyri Nes kommunu Súni í Hjøllum, borgarstjóri

Spreingingar á tveimum flogstøðum langt inni í Russlandi benda á, at Ukraina er farið í mótálop

Í dag er kravið um negativa koronatest tikið av í høvuðsstaðnum Beijing

Báðar neyðtøkurnar fóru fram í Havn, onnur í 2018 og hin í 2019. Maðurin, sum er 25 ár, noktar seg sekan, skrivar KvF

Russiskar rakettir hava regnað niður yvir grannan vestanfyri í allan dag. Men sambært ukrainska forsetanum hevur landsins verja megnað at skotið flestu rakettirnar niður áðrenn tær raktu málini

Í øllum hinum sýslunum er bara eitt valevni

Heitir á skiparar, sjófólk, reiðarar, skipasmiðjur, klassa, havnaskrivstovur og fólk, ið annars hava við skip at gera, um at gera vart við umstøður, ið ikki tykjast tryggar

Óvanliga nógv doyðu í fjør, og krabbabein er nú størsta deyðsorsøkin í Føroyum, skrivar Kringvarpið

- Tað er hugaligari at sigla saman við føroyingum; tosa føroyskt, hava føroyskt reiðarí og koma í føroyska havn. Nú kann familjan vitja umborð, tá vit eru á Havnini, og tað styttir um tær fýra vikurnar, vit eru umborð

Nógv verður tosað um loftrúmið í valstríðnum, og tosað verður um alla ferðsluna tvørtur gjøgnum føroyskt loftrúm

Iranar halda, at teir fýra persónarnir hava arbeitt fyri ísrealsku fregnartænastuna Mossad

Roknað verður við at tjóðartingið í Indonesia fer at samtykkja lóg sum revsar ótrúskap við fongsli í upp til 1 ár

Allir politisku flokkarnir vóru umboðaðir við pallborðið á Hotel Brandan í dag, har Læknafelagið, Kommunulæknafelagið og Felagið hjá Yngru læknum høvdu framløgur um megintrupulleikarnar í heilsuverkinum

Í jólamánaðinum ber til at uppliva framsýningina "Havnin í jólahýri" hjá Tórshavnar Býarsavni. Við úrvaldum myndum og lutum gevur framsýningin eina tíðarmynd av fýra áratíggjum

Heini í Skorini og Herit Albinus hava givið út nýggja vísindaliga grein um álit á almennar myndugleikar undir koronu-farsóttini

Skuldi brúka klingandi mønt

Ein 19 ára gamal maður var í Eystara Landsrætti í gjár dømdur 5 mánaða fongsulsrevsing fyri tríggjar harðskapstilburðir, sum vóru framdir í tíðarskeiðnum frá mars til juni í ár

Gjáramorgunin skipaði aktivitetstoymið hjá Heilsutænastuni fyri stórum jólaborðhaldi í Dansifrøi fyri øllum búfólkunum á ymsu stovnunum í kommununi

Í kvøld segði amerikanski forsetin Joe Biden at tað sum forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, ger í Ukraina, er sjúkt. Men Biden hevur ongar ætlanir um at seta seg í samband við Putin

Eystari Landsrættur hevur tann 1. desember 2022 staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum í málinum um loðsflutning í Fuglafirði

Í dag var lisitasjón í sambandi við ger av rávegi og tunnli í sambandi við innkomuvegin. At talan er um ráveg merkir, at ovasta lagið vantar

Sølan av einum sergjørdum vøkrum spinnara í avmarkaðari nøgd hevur givið tilsamans 5.000 kr., sum Jógvan Weihe hevur latið áhugabólkinum Hjartabarnið

Dagurin er í øllum norðurlondum í dag 1. desembur. Endamálið er at varpa ljós á trygdina í samband við eld heima hjá fólki

Nýggjur heilivágur kann bremsa menningini av demens. Serfrøðingarnir fegnast, skrivar norska Dagbladet

Ágóðin frá jólamerkjasøluni fer í ár til Kvinnuhúsið, Spælihetjurnar og áhugabólkin Hjartabarnið

Her í endanum av novembur vísa seinastu mátingarnar, at kavin á norðaru hálvkúlu hylur eitt øki á umleið 41 milliónir ferkilometrar

- Innslagið í Dagur og Viku gav skeiva fatan av tí, sum Tórshavnar kommuna ger, bæði fyri tey heimleysu og tey vitjandi og virksemið annars í Steinatúni. Kommunan skal tí koma við hesi rættleiðing

Snjósystirin er jólakalendarin í barnaútvarpinum 2022. Ein søga í 24 pørtum. Søgan snýr seg um Jóal, sum hevur føðingardag sjálvan jólaaftan, og sum plagar at vera besti dagur í árinum. Men í ár er einki, sum tað plagar at vera

Løgreglan fekk í gjárkvøldið eina fráboðan um, at fleiri borgarar vórðu útsettur fyri phishing álopi á Facebook

- Koronakreppan er ikki av enn og Landslæknin hevur enn starvsfólk sett í tilbúgvingini, um korona fer at taka dik á seg aftur

Heilsulýsingin er fyri ein stóran part grundað á hagfrøðiligar fráboðanir til Landslæknan í 2020 og 2021, m.a. føðingar, deyðsorsøkir, smittandi sjúkur umframt nøkur hagtøl viðvíkjandi almannamálum

Ein nýggja meiningakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Veðurlagslóg NÚ! sendir eitt púra greitt signal til politikararnar: Veljarin raðfestir umhvørvið

Í nýggjari vísindaligari grein í tíðarritinum, European Journal of Human Genetics, verður ein skrá nú løgd fram, sum vísir títtleikan av ymsum íleguvariantum í Føroyum

Tríggir migrantar sótu á róðrinum á einum tangaskipi sum kom til Kanariuoyggjarnar í vikuni, skrivar Sky News

Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu komandi ár eru mettar til 71,6 milliónir krónur

Seint í gjárkvøldið fór bjargingasrtyrlan eftir einum manni sum hevði fingið skaða umborð á Biritu. Skipið var tá statt 110 fjórðingar norðanfyri Føroyar

Hesar myndirnar eru tiknar seinnapartin í dag. Myndamaður: Ólavur Frederiksen

- Illu danskararnir áttu at sissa seg. Føroyingar bróta onga lóg, og ongar sanksjónir. Talan er heldur ikki um nýggja avtalu. Hon hevur verið galdandi síðani 1977

Í gjár varð jólatræið í Hoyvík tendrað. Tað var Bjørg Dam, sum helst sjálva jólarøðuna. Hon treiv í eitt sindur av søgu um Hoyvík og nevndi, at fara vit 2-300 ár aftur í tíðina, so var Hoyvík lítið annað enn Hoyvíksgarður