Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á miðlafagnaðinum á Vísindavøkuni í dag varð kunngjørt, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2024 verður latin Silas Olofson

- Samanlagt endað Føroyar á einum 24. plássi. Hetta kundi verið betri og tað var serliga dagurin í tvímansleiki, har vit einki stig fingu til samlaða roknskapin, sum kostaði

Fía Lindenskov, integrasjónssamskipari í Tórshavnar kommunu, luttekur í hesum døgum á ráðstevnu í Oslo, har hon er føroyska uppskotið til heiðurin The Blaze Inclusion Awards

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, leggur vegna landsstýrið fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2025, á tíðindafundi mánadagin 30. september klokkan 10.15

Varastjórin á Gjaldstovuni, Durita Tausen, sigur við KVF, at hon kennir seg ikki aftur í svarinum hjá Ingilín D. Strøm til Beinir Johannesen um fíggjarligu avleiðingarnar av styttri arbeiðsviku

Ólógliga goymslan var funnin í eini húsarannsókn mikudagin. Eingin er tikin í málinum, skrivar KVF

- Bæði avmarkaði fiskiskapurin og yvirlitstrolingar vístu, at hýsa og toskur vóru heilt illa fyri frá miðskeiðis í 00’unum, men í 2021 var greitt, at toskastovnurin á Føroyabanka var komin fyri seg

Tvøroyrar Skjalasavn, ið varð sett á stovn í 2018, er í støðugari menning. Tilfar floymir inn hvørja einastu viku

Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra

- Hjarta- og æðrasjúkur eru nummar eitt drepari um allan heimin og talið av fólki, sum liva við hjarta- og æðrasjúkum, er vaksandi

Á býráðsfundir í gjár tók Tvøroyrar Býráð einmælt undir við at seta Noomi Michelsen Dimon sum kvøldskúlaleiðara í Tvøroyrar kommunu

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sett Rønn Eliasen sum nýtt forfólk í Leiklistaráðnum. Margretha Nónklett, sum hevur røkt sessin síðani 1. januar 2024, hevur tikið seg aftur av persónligum ávum

- Nú eru fjølmiðlar á tremur við viðmerkingum frá andstøðupolitikarum og viðmerkjarum um, at landsstýriskvinnan í bústaðarmálum skal frá

- Eg hvakk við, tá eg fríggjamorgunin í Útvarpinum hoyrdi Maluna Johansen, stjóra í Landsbankanum, siga, at útgjaldið úr Samhaldsfasta næsta ár hækkar við 2,1 prosenti áðrenn skatt

Margit Johansen fekk tænastumedalju kongsins fyri 40 ár í starvi hjá Strandferðsluni

Føroyska kvinnulandsliðið er komið væl til Slovakia, har tveir landsdystir eru á skránni, hin fyrri í dag, fríggjadagin kl. 17.00, og hin seinni leygardagin kl. 14.00

- Vit hava bíðað í alt ár eftir, at ein arbeiðsbólkur fer til verka, so fleiri børn fáa møguleika at koma til fosturs heldur enn á stovn

Í gjár, 26. september, var World Maritime Day, sum er eitt tiltak hjá IMO (International Maritime Organization), sum hevur til endamáls at varpa ljós á trygd á sjónum

- “Eingi bróst eru eins” er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey

Seinnapartin mikudagin 2. oktobur verður eitt spennandi tiltak í Norðurlandahúsinum, har eitt prát verður um eina landsfevnandi matarskipan í Føroyum

Alment hátíðarhald verður í Varpinum í Klaksvík, mikukvøldið 23. oktober kl. 19, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønir landsins fyri 2024 til lista- og mentafólk

Ein politiskur meiriluti í Fólkatinginum vil minka um nøgdina av nikotini í snúsi. Útsjóndin á snúsdósunum skal eisini broytast

Dómurin hjá Føroya rætti, sum ein 21 ára gamal maður fekk fyri millum annað neyðtøku, stendur við. Hann er ikki appelleraður til Landsrættin. Maðurin fekk fimm ára fongulsrevsing, skrivar KVF

Hóskvøldið varð seinna hálvfinalan millum kvinnuliðini hjá NSÍ og HB á skránni, og nú er greitt, at tilsamans ellivu feløg verða umboðað í teimum íalt níggju steypafinalunum, sum verða á Tórsvølli í næstum

- Annar dagurin í EM í dart snúði seg um tvímansleik. Føroyar høvdu tvey pør við. Føroysku leikararnir hava allir nakað av altjóða royndum, men eru ikki so vanir við at spæla so nógv í tvímansleiki á hesum støðinum

- Føroyar eiga at halda áfram at kanna og bora eftir olju, tá hetta kann gerast ein langtíðar inntøka, sum kann vera grundarlag fyri fíggjarligum sjálvbjargni og menning

Ódnin Helena er nú ein katagori 4 ódn

- Vitlíki (AI, Artificial Intelligence) er ein av størstu tøkni­menn­ingunum, sum okkara samfelag stendur yvirfyri

- Í ár er evnið friður, mál fyri friði. Evroparáðið sigur, at óansæð aldur og skúlagongd, eiga fólk í Evropa at læra fleiri mál

Sníkarnir hava lagt hald á allar telduskipanirnar hjá Klaksvíkar kommunu, men hava ikki enn kravt nakað loysigjald, segði borgarstjórin við Útvarpið seinnapartin í dag

Seinnapartin vitjaði Hannes Heimisson, íslendskur aðalkonsul í Føroyum, Tórshavnar kommunu

Tá ið 21. oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, verður tað við almenna heitinum Betri International Island Games XXI ella Betri Oyggjaleikir

- Fríggjadagin 27. septembur er hátíðardámur á Hoyvíksvegi í Havn. Føroyaprent, Føroya størsta grafiska virkið, hátíðarheldur tey fyrstu 20 árini

“Arbeiðið er ikki slept, men vit ásanna, at slíkar semjur verða best funnar í friðartíð.” Tað er niðurstøðan í svari, sum eg fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu

Bass-Elvis og Jesus á Mallorka eitur nýggjur dokumentarur, sum nú liggur tøkur á kvf.fo

Sjónleikarin Pilou Asbæk er harmur um umtaluna eftir ein døgurða í Føroyum saman við matummælaranum hjá Berlingske Søren Frank

- Vit vita ikki, hvat Suðuroyartunnilin fer at kosta, fyrr enn arbeiðið er boðið út, staðfestu løgmaður og Erhard Joensen, limur í politiska fylgibólkinum, í Breddanum fyrrapartin

- Tá danskir miðlar skriva um Føroyar, fáa teir tað mangan til, at land okkara bert livir av fiski ella aling

Fyri at hátíðarhalda dagin, verða eyðkennismerki kring allan heimin, sum hava við sjóvinnu at gera, upplýst við bláum ljósi

Umboðsmaðurin var ósamdur í, at ráðið sambært býarskipanarlógini ikki kundi taka støðu til innihaldið í einari broyting av byggisamtykt, ið ein kommuna hevði samtykt

Fjórða árið á rað eggjar átakið, Virkin oktober, einstaklingum, arbeiðsplássum og øðrum felagsskapum til at styrkja um sálarligu heilsuna við at vera virkin á ymsan hátt

Fríggjadagin 27. september kl. 15:00 letur Liljan Midjord upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Uppgerðin fyri 2. ársfjórðing 2024 vísir m.a., at sølan av húsarhaldsútgerð er minkað 17 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør

- Av tí at uppgávurnar, ið kavarar loysa gerast støðugt meira avbjóðandi hava 8 føroyskir kavarar valt, at fara undir eina tilgongd har teir uppstiga prógv síni frá froskmanni til slangukavara

Árliga Grassroots vikan hjá UEFA er á skránni í hesum døgum, og eisini í Føroyum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum kring landið. Fyrsta tiltaki var týsdagin, tá barnagarðsbørn úr høvuðsstaðnum vóru á Tórsvølli

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningi frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku

Slipsið hjá Williami fekk eina føling av alheiminum, men liggur nú trygt undir Varða. Eru eyguni ein sentimetur frá nalvanum ber til at hyggja inn í nalvan og njóta hann, sum hann er skaptur, men til ber eisini at hyggja hinvegin - út í rúmdina

Búskaparráðið metir hallið á fíggjarlógini at verða slakar 560 mió. kr. í 2024 og 480 mió. kr. í 2025

Búskaparráðið mælir politisku skipanini til at seta í verk eitt fíggjarpolitisk regluverk. Fíggjarpolitiska regluverkið skal tryggja, at tamarhald fæst á útreiðsluvøkstrinum

EM heldur fram í dag við dystunum í tvímansleiki og byrjað verður kl 12 føroyska tíð