Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hermann R. Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Asfaltering av Oyrarvegnum
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta asfaltering av Oyrarvegnum í nærmastu framtíð?
2. Um ja, nær kann væntast, at arbeiðið verður framt?
3. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin annars at gera fyri at bøta um støðuna á hesum vegastrekki?
Viðmerkingar:
Oyrarvegurin er ein landsvegur við nógvari dagligari ferðslu, har tung vinnuakfør koyra regluliga.
Vegurin er í ringum standi, og tað er tískil ein átrokandi tørvur á ábótum á hesum vegastrekkinum.
Henda farleið hevur stóran týdning fyri vinnulívið í økinum, men somuleiðis fyri borgararnar á Norðoyri, ið nýta vegin dagliga.
Norðoyri er ein vaksandi bygd við einum vaksandi tali av barnafamiljum.
Í nærmastu framtíð verður talan um tveir dagsstovnar í bygdini, og longu nú eru nógvar barnafamiljur, ið dagliga seta síni børn av har.
Samanumtikið er talan um ein landsveg, sum hevur ógviliga tunga og nógva ferðslu.
Á Løgtingi, 4. mai 2026
Hermann R. Samuelsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



