- Vit hava tríggjar kvinnur í tingbólkinum og tað er tað mesta vit nakrantíð hava havt í einum tingbólki, og eg haldi at tær eru vælnøgdar við teir sessirnar, tær hava fingið, segði løgmaður við KVF nú fyrrapartin.
- Og fingu síni ynskir gingin á møti, segði løgmaður.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum KVF hevur dirigið nógv fram seinastu dagarnar, sigur í sama innslagi við KVF:
- Fólkaflokkurin fekk næstforkvinnuna í Fíggjarnevndini og ein nevndarsess og tá ið vit fingu tað, so fór eg beinanvegin eftir at gerast næstforkvinna í Fíggjarnevndini, so tað eri eg vælnøgd við, og eg eri eisini vælnøgd við at vera komin í formansskapin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



