Synergi: Kennir tú tað, at tú hevur mist yvirlitið yvir tínir teldupostar?
Ella at tú brúkar alt ov nógva tíð at leita eftir einum gomlum telduposti?
Og tú skrivar “Vinarliga heilsan” og somu setningar aftur og aftur – hvønn einasta dag?
Á hesum skeiðnum í Outlook lærir tú at arbeiða snildari – og spara tíð hvønn dag.
Tú lærir m.a. at:
-
fáa skil og yvirlit yvir teir teldupostar, tú manglar at svara
-
brúka leitifunkuna upp á tann snilda mátan og finna mailar upp á sekund
-
seta upp fleiri signaturar – á føroyskum, donskum og enskum – og skifta ímillum við einum klikki
-
leggja autotekst inn, so tú sleppur undan at skriva somu boð 100 ferðir
-
nýta fløgg og kategoriir, so eingin uppgáva dettur burturímillum
-
upprætta og stýra fundum effektivt í kalendaranum
Hetta er skeiðið fyri teg, sum ynskir at arbeiða smartari við outlook og fáa betri tamarhald í arbeiðsdegnum.
Hvat halda luttakararnir um skeiðið:
“Dámdi sera væl skeiðið og undirvísingarháttin. Í lýsingini bleiv greitt frá, hvat undirvíst bleiv í, og livdi lýsingin upp til tað, vit fingu. Sera greið undirvísing, har undirvísarin eisini var uppmerksamur uppá, at øll vóru við, áðrenn farið var víðari.” Jóhan Blábjørg, Føroya Keypssamtøka.
"Eg lærdi nógvar funkur í Oulook, ið kunnu hjálpa mær framyvir. Mær dámdi væl, at tað var “tætt” til undirvísaran. Bjarni Nygaard, Tvøroyrar Kommuna.
"Skeiðið var sera tíðiligt forklára og væl fráfari av undirvísaranums síðu."
Undirvísari er Ása Andreasen, sum hevur nógvar royndir sum undirvísari í Officepakkanum, og fær hon skoðsmálið “framúrskarandi” frá luttakarunum.
Tekna teg nú á www.synergi.fo ella ring 322355
Bert 6 pláss eru eftir!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



