Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Hagstovan: Væntaði livialdurin er hækkaður nógv seinastu fjøruti árini, bæði hjá kvinnum og monnum. Hjá monnum er livialdurin hækkaður eitt sindur meira enn hjá kvinnum, og tí er munurin spakuliga minkaður — serliga seinastu tíggju árini, har gongdin í væntaða livialdrinum hjá kvinnum ikki er broytt so nógv sum hjá monnum.

Væntaður livialdur, á enskum 'life expectancy', er, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um deyðatíttleikin fyri hendan og eldri aldursbólkar verður verandi sum í uppgerðarárinum.

Tað er ikki ein meting av, hvussu leingi fólk í veruleikanum fara at liva.

Tølini fyri væntaða livialdurin sveiggja nógv og verða tí javngjørd fyri at fáa eina meira rættvísandi mynd av gongdini. Les meira um mátið niðast í greinini.

Kvinnur liva longri
Í nýggjastu uppgerðini er væntaði livialdurin frá lívsbyrjan 84,1 ár hjá kvinnum og 81,9 ár hjá monnum.

Samanborið við seinastu uppgerð er livialdurin hækkaður eitt vet hjá bæði kvinnum og monnum.

Hóast bæði kvinnur og menn kunnu vænta at liva longri enn í seinastu uppgerð, so er hetta ikki hægsti væntaði livialdur, sum er máldur.

Í tíðarskeiðnum 2019/20 var væntaði livialdurin hjá kvinnum máldur til 85,5 ár, og árið eftir var væntaði livialdurin hjá monnum máldur til 82,3 ár.

Tó vísa javngjørdu tølini, at gongdin enn er vaksandi. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #