Vinnuhúsið: Ringbúskapur kann gerast ein kappingarfyrimunur hjá fyritøkum, sum duga at gagnnýta tilfeingi betur og skapa nýtt virði úr avlopstilfari
Tað var ein av greiðu boðskapunum á LOOP Forum í Keypmannahavn í síðstu viku, har evnið í ár var “Securing resources for stronger business”. Sjóneykan varð sett á, hvussu trygg atgongd til tilfeingi og betri gagnnýtsla av tilfari kunnu styrkja vinnuligt kappingarføri.
Súsanna Berg, ráðgevi í Vinnuhúsinum, var við á ráðstevnuni. Hon heldur, at tað serliga var áhugavert at síggja, hvussu fyritøkur í verki arbeiða við ringbúskapi.
“Tað var sera spennandi at hoyra ítøkilig dømi um, hvussu fyritøkur arbeiða við ringbúskapi. Fleiri hava tikið sonevndar afturtøkuskipanir til sín, har kundar kunnu lata vørur inn aftur til umvælingar. Samstundis fáa fyritøkurnar virðismikla afturboðan frá kundunum,” sigur Súsanna Berg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



