Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur  eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður 
Svarari:  Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
Evni:  Ognartøka av festijørð eftir byggi-og býarskipanarlógini

Spurningar:   
1. Nær fer landsstýriskvinnan at steðga ólógligu ognartøkuni av lendi og vatni í Heimastahaga-Norðaripartur í Skálavík? 

Viðmerkingar: 
Búnaðarstovan hevur tikið ræðið av festaranum í Heimastahaga-Norðaripartur, Skálavík, vísandi til § 1 í Lov nr. 172 av 1. maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m, fyri, at síggja til, at hjálpa Skálavíkar kommunu at ognartaka burturav Heimastahaga-Norðaripart, vísandi til Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir.

Heimastihagi-Norðaripartur er samansettur av privatari og almennari ogn/festijørð.

Upp á fyrispurning frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, svaraði táverandi landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum tann 3. mars 2026:

”Kommunur hava sambært § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir heimild til at taka privata ogn móti endurgjaldi, tá ognartøkan er neyðug til at fremja tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk.

Uttanríkis-og mentamálaráðið metir soleiðis ikki, at § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir gevur kommunum heimild til at ognartaka almenna ogn ella festijørð”.

Nú nærum tveir mánaðir eru gingnir síðan svarið frá landsstýriskvinnuni, eru ongi stig tikin til at rætta skeivleikan. Tí verður spurt, nær nýggja landsstýriskvinnan fer at steðga ólógligu ognartøkuni. 

Á Løgtingi, 4. mai 2026 
Kristian Krog Hentze

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #