Iranska sjóverjan váttar fyri iranska almenna sjónvarpinum, at iranska sjóverjan hevur forðað einum ókendum tali av amerikanskum krígsskipum í at koma inn í Hormuzsundið.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters sambært TV 2.
– Eingi amerikansk sjóverjuskip vórðu rakt, stendur í fráboðan frá USA.
Ein høgur iranskur embætismaður sigur við Reuters, at rakettir vórðu skotnar, men kallaði tær ávaringsskot, og viðgekk, at tað var ógreitt, um skipið varð rakt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



