Í sambandi við, at hølistrupulleikarnir hjá Smílibýlinum (Frítíðarskúlanum í Eysturbýnum) koma fyri á býráðsfundi í dag, vil eg gera vart við, at tørvur er á eini varandi loysn, og at Eysturbýurin hevur eisini krav upp á frítíðarskúlatilboð til 3. flokk, eins og hinir býarpartarnir í Tórshavn hava.
Her er lesarabrævið um sama evni í sambandi við býráðsvalið í 2024:
Smílibýlið er frítíðarskúlin í Eysturbýunum, har børnini í 1. og 2. flokki ganga eftir skúlatíð. Hetta eri einans helvtin av tí tænastu, sum borgarar í øðrum býarpørtum fáa frá Tórshavnar Kommunu, har fýra árgangir frá forskúla til 3. flokk kunnu ganga í frítíðarskúla (til teir skúlar, sum hava forskúla).
Starvsfólkini gera eitt megnararbeiði, hóast hølini og spæliplássið líða undir niðurraðfestinum frá kommununi.
Ein partur húsast í eini bingju í skúlagarðinum í Eysturskúlanum og hin í einum gomlum sethúsum í Stoffalág.
Á spæliplássinum sveiggjar ein einsamøll reiggja í vindinum, tí Tórshavnar kommuna vil eftir áralangar áheitanir frá foreldrum og leiðslu ikki brúka eina krónu til at bøta um spæliplássið.
Øll játtanin fer til viðlíkahald av einum sera gomlum og slitnum sethúsum, og tí eru eingir pengar til at gera umstøðurnar betri hjá børnum og starvsfólkum.
Onnur hava fingið nýggjar glæstriborgir fyri nógvar milliónir og nýmótans spælipláss. Tað einasta, vit ynskja her í Eysturbýnum, er, at vit eisini verða raðfest. Vit kenna okkum undirraðfest.
Frítíðarskúlin Smílibýlið má fáa:
1) Hølir, sum líkjast nøkrum
2) Spælipláss, sum líkist nøkrum
3) Tríggjar árgangir (1.-2.-3.flokk) og ikki bert tveir árgangir
Eg mæli staðiliga til, at eitt nýtt Smílibýlið, ið kann rúma trimum árgangum, verður bygt við Eystuvøll.
Astrið Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



