Eg eri púra sannførdur um, at tann vestara, sokallaða alternativa linjuføringin, er tann besta. Farleiðin er bíligari, styttri og verður hon borað upp til Skúvoyar ístaðin fyri niður úr Skúvoynni, og tað letur seg væl gera, so eru náttúruárinini lítil bæði í Sandoynni og í Skúvoynni.
Um vit hava ráð til Suðuroyartunnilin ella ikki, fáa vit at síggja, tá tilboðini einaferð koma inn. Tað hevði verið veldigt, og eg hopi tað. Men tað er jú ikki tað, sum hetta uppskotið snýr seg um.
Her og nú hava vit skyldu til at gera fyrireikingararbeiðið til lítar. Og sjálvandi skulu vit projektera ta bestu linjuføringina, sum gevur ta bestu samfelagsnyttuna. Hetta fer eisini at økja um sannlíkindini fyri at verkætlanin eydnast.
👇 Langlesnaður 👇
LÆGRI KOSTNAÐUR
Við alternativu linjuføringini, verður kostnaðurin 82 mió. kr. lægri enn við loysnini hjá P/F Suðuroyartunlinum við tunli undir Traðarhamar, sum upprunaliga lógaruppskotið í løtuni leggur upp til.
Kostnaðarmetingar fyri alternativu linjuføringina eru gjørdar við somu eindarkostnaðum, sum P/F Suðuroyartunnilin brúkar í sínum útrokningum og í samanberingini verður við báðum linjuføringum borað upp til Skúvoyar og ikki niður úr Skúvoynni.
Samanberingin sæst niðanfyri:
##med2##
Hædd eigur at verða tikin fyri, at tunnilin undir Traðarhamar í lógaruppskotinum bert er leysliga orðaður og at ábendingar longu eru um, m.a. frá orðaskiftinum til 1. viðgerð, at hann fer at verða longdur. Sambært Tunnilsfelagnum verður eykakostnaðurin av hesum umleið 70 mió kr.
Somuleiðis hevur teinurin hjá P/F Suðuroyartunlinum upp í Skúvoynna eitt hall uppá heili 10%. Tað er sera ivasamt, um ein so brattur vegur yvirhøvur verður góðkendur, og tí verður helst neyðugt at leingja teinin fyri at fáa hallið niður. Sambært Norconsult verður eykakostnaðurin av hesum umleið 210 mió kr.
Samanberingin sær tá soleiðis út:
##med3##
Alternativa linjuføringin er sostatt millum 82 og 362 mió. bíligari enn loysnin hjá P/F Suðuroyartunlinum.
MINNI NÁTTÚRUINNTRIV
Alternativa linjuføringin eirir umhvørvið við Lítlavatn, Stóravatn, Djúpadal og Sands bygd. Verður valt at bora úr Skúvoy er talan um fyribils og ikki varandi ávirkan har. Og verður valt at bora til Skúvoyar heldur enn úr Skúvoy, og tað letur seg væl gera, verður Skúvoyggin eisini lítið ávirkað við alternativu linjuføringini.
Harumframt eigur at vera kannað, um til ber at leggja partar av vegnum ígjøgnum Hvalba í lokarennu, so eisini Hvalbiar bygd verður órógvað minst møguligt og bøurin har varðveittur.
STYTTRI FARLEIÐ
Alternativa farleiðin er styttri enn tann í upprunauppskotinum og verður koyritíðin millum Suðuroynna og meginøkið mett at verða 5 minuttir styttri (3,4 km). Við mettu ferðsluni (1400
bilar) svarar munurin til 25 ársverk um árið. Verður farleiðin løgd upp á Traðarhamar, verður munurin næstan dupult so stórur og samfelagsmissurin verður samsvarandi størri.
Eisini er teinurin undir havbotni styttri enn í upprunauppskotinum (17,2 km ímóti 17,6 km).
LÆGRI OG LAGALIGARI VEGAFØRING
Alternativa farleiðin kemur í mesta lagi upp í 20 metra hædd og fer sostatt ikki upp í hæddirnar eins og tann í upprunauppskotinum, ið kemur upp í 110 metra hædd og sannlíkt verður meira darvað av illveðri, sjóroki, hálku og kava. Og verður farleiðin løgd upp á Traðarhamar, kemur leiðin til Suðuroyar at liggja í 200 metra hædd; í sama øki sum Brekkan Stóra, ið føroyingar allir kenna frá kava-, hálku- og illveðursávaringum í útvarpinum.
MINNI HÆDDARMUNUR
Alternativa farleiðin gongur niður á 170 metra dýpi og upp í 20 metra hædd (pluss 20 metrar upp og niður millum Skúvoy og Sand), meðan leiðin í upprunauppskotinum gongur niður á 180 metra dýpi og upp í 110 metrar. Hæddarmunurin ímillum leiðirnar báðar er sostatt 80 metrar. Við mettu ferðsluni uppá 1400 bilar um samdøgrið, svarar hetta til, at 127 bilar um samdøgrið koyra óneyðugt úr fjøruni og niðan á Slættaratind. Verður farleiðin løgd upp á Traðarhamar, verður hæddarmunurin meir enn dupult so stórur, svarandi til 270 bilar um samdøgrið niðan á Slættaratind. Hetta eru óneyðugir hæddarmetrar, ið kosta nógva tíð, orku, útlát og pengar.
HÆGRI NÚTÍÐARNYTTUVIRÐI
Í heyst kostaði alternativa linjuføringin nakað meir enn Skarvanesleiðin. Kortini var nútíðarnyttuvirðið á alternativu linjuføringini longu tá betri enn á Skarvanesleiðini. Síðani eru broytingar gjørdar í uppskotinum hjá P/F Suðuroyartunlinum, so at Skarvanesleiðin nú er vorðin dýrari enn alternativa leiðin. Munurin á nútíðarnyttuvirðinum er sostatt bara hækkaður, til fyrimuns fyri alternativu linjuføringina.
EIN GÓÐ LEIÐ UPP Í SKÚVOYNNA
Í alternativu linjuføringini er vegurin frá rundkoyringini undir Skúvoynni og upp í Skúvoynna 1,6 km til longdar og hallið er 5,9%; sum er sama hall sum í Norðoyatunlinum. Hetta er sostatt ein góður vegur, sum kann brúkast til vanliga ferðslu. Hesin tunnilsteinur økir samstundis um trygdina í samlaðu loysnini, tí til ber at ventilera í Skúvoy, umframt at vegurin er ein góð rýmingarleið. Atkoman til Skúvoynna kann tálmast við ferðsluljósum.
Í upprunauppskotinum hjá P/F Suðuroyartunlinum er talan um ein sokallaðan “atkomuveg” til Skúvoyar, har hallið er 10% og vandin fyri eldi sostatt munandi størri. Tað er tí ivasamt, um hesin “atkomuvegur” upp í Skúvoynna, um hann yvirhøvur verður góðkendur, er ein fyrimunur ella ein vansi fyri trygdina í samlaðu loysinini, hóast hann kanska kann brúkast sum rýmingarleið. Í tilgongdini er fleiri ferðir ført fram, at “atkomuvegurin” ikki er ætlaður til vanliga ferðslu, men til tænastuakfør og bara til fastbúgvandi.
SKÚVOY SUM FYRIMUNUR (AKSELLERATOR)
Báðar linjuføringar kunnu fremjast við at bora upp til Skúvoyar og harvið við minimalari nátturuávirkan í Skúvoy. Við hvørgari linjuføring er sostatt neyðugt at bora niður úr Skúvoynni.
Men við at bora niður úr Skúvoynni kann ferðin á samlaðu verkætlanini setast munandi upp og samlaða byggitíðin kann styttast 1,8 ár.
Harumframt økir hetta um trygdina í byggitíðini, tí teinurin frá tunnilsbeninum, har sprongt verður og út, verður munandi styttri.
Harvið ber til at minka um vágan, og tí kann hesin leistur, við fyrimuni, vera opin at velja fyri tey, ið fara at bjóða uppá arbeiðið.
Neyðugt er tá, at gera byggipláss í Skúvoy, har uml. 12.000 fermetrar av byggiplássinum, sum eisini fevnir um arbeiðshavn, eru á landi og restin liggur út á sjógv (tilsamans 50-60.000 fermetrar) í einum øki, sum liggur upp til veltan bø og sum bygdaráðið í Skúvoy hevur víst á (sí mynd niðanfyri). Byggiplássið og havnin verða tikin burtur aftur, tá skotið er ígjøgnum til Sands; væntandi aftaná 2,5-3 ár.
##med4##
Borað verður so úr Skúvoy niður í eina rundkoyring undir Skúvoynni og síðani uppá skift ímóti Sandi og ímóti Sandvík. Tvs. at arbeitt verður við fýra benum í senn. Við at raðfesta boringina norðureftir hægst, kann skjótast ígjøgnum úr Skúvoy til Sandoyar uppá góð 2,5 ár, og liðugtgerðin av strekkinum millum Skúvoy og Sand kann longu tá fara í gongd, meðan hildið verður á at bora suðureftir.
SERFRØÐINGABÓLKURIN VIÐ KLÆMINTI ELIASEN UM AT BORA ÚR SKÚVOY
Serfrøðingabólkurin við Klæminti Eliasen o.ø., sum løgmaður setti at kanna, um tað bar til at bora úr Skúvoy, metti í síni niðurstøðu, at tað bæði er gjørligt og ráðiligt at gera ein breiðan, flatan tunnil niður úr Skúvoy og metti, at hetta helst kann stytta byggitíðina av Suðuroyartunlinum heilt fitt.
Um neyðugu arbeiðshavnina úti í Skúvoy segði serfrøðingabólkurin, at eitt anlegg, sum skal standa í styttri tíð, kann dimensionerast fyri lægri aldu enn 50-ára aldu.
Um projektvágan segði serfrøðingabólkurin, at hann fer niður heldur enn upp við tunli niður frá Skúvoynni.
Um tilrigging í Skúvoy metti bólkurin, at tað neyvan tekur hálvtannað ár, men kanska heldur hálvt ár, um hon verður gjørd í stigum.
ALTERNATIVA LINJUFØRINGIN KANN FREMJAST UTTAN AT BORA ÚR SKÚVOY
Um umhvørvisgóðkenning/loyvi/semja ikki fæst til/um byggipláss í Skúvoy, ber væl til at bora av Sandi til Skúvoyar fyrst, og haðani víðari ímóti Sandvík. Sparingini í byggitíð verður tá mist.
Tunnilsfelagið hevur áður ført fram, at boring úr Skúvoy er ein fortreyt fyri alternativu linjuføringini. Hesi niðurstøðu ivaðist Landsverk í og metti tvørturímóti, at tað ber til at bora frá Sandi til Skúvoyar (í hoyringsskrivi 14. november 2025).
Og Norconsult, ráðgevin hjá P/F Suðuroyartunlinum, hevur fyri stuttum váttað, at til ber at ventilera upp til 13 kilometrar. Strekkið av Sandi til Skúvoyar er 10,2 kilometrar. Sostatt váttar Norconsult óbeinleiðis, at tað eisini ber til at bora upp í Skúvoy og ikki bara niður úr Skúvoy við alternativu linjuføringini. Hetta hevur verkfrøðingurin hjá P/F Suðuroyartunlinum eisini váttað fyri Fíggjarnevndini.
JARÐFRØÐIN
Langt áðrenn jarðfrøðikanningarnar vóru lidnar, var eitt av høvuðsargumentunum hjá P/F Suðuroyartunlinum fyri at velja linjuføringina av Skarvanesi, at hon fór skjótari ígjøgnum keðiligt tilfar enn tann vestara, alternativa linjuføringin.
Tá jarðfrøðiligu kanningarnar vóru lidnar í december 2025, staðfesti Jarðfeingi ein óvæntaðan tektoniskan fald í jarðfrøðini út fyri Skarvanes og mælti til at gera fleiri boringar fyri at kanna fyribrygdið betur.
Men hóast Skarvanesleiðin nú sannlíkt fer heilar tríggjar ferðir ígjøgnum hetta keðiliga tilfar, tvær av ferðunum úti á opnum havi, meðan tann vestara leiðin bara partvíst fer ígjøgnum hetta tilfar og tað afturat inni á landi, so heldur P/F Suðuroyartunnilin kortini fast við Skarvanesleiðina.
TILBÚGVING
Við alternativu linjuføringini kemur tilbúgvingin (brandstøðin), ið sannlíkt er neyðug í norðara enda av Suðuroyartunlinum, at liggja í Sands kommunu, heldur enn í Húsavíkar kommunu, og hendan tilbúgving kann harvið, við fyrimuni, fevna um bæði Sandoyar- og Suðuroyartunnilin. Harumframt er Traðardalur munandi tættari við Landssjúkrahúsið og við Tórshavnar kommunu og landsins størsta og best útgjørda sløkkilið enn Djúpidalur. Teinurin frá Traðardali til Djúpadals tekur 6 min. at koyra, um ferðin er 80 km/t.
UNDIRSTØÐUKERVIÐ Á SANDI SAMANBORIÐ VIÐ Í DJÚPADALI
Undirstøðukervið, so sum vegir, el- og vatnveitingar, í Djúpadali er avmarkað og má útbyggjast, áðrenn farast kann í gongd við Skarvanesleiðina. Á Sandi, hinvegin, har alternativa linjuføringin er ætlað at byrja, er góður vegur og lætt at sleppa til og frá við tilfari, við amboðum og við maskinum, eins og el- og vatnveitingar í økinum eru fyrstafloks. Tí er skjótari og meira ómaksleyst at sleppa í gongd við alternativu linjuføringina.
Á myndunum niðanfyri sæst, hvar portalurin og byggiplássið eru ætlað at liggja, og hvussu ætlanin er at beina frárensl út á streymasjógv.
##med5##
BÍLIGARI ELKAÐAL TIL SUÐUROYAR
SEV hevur ætlanir um at knýta elnetið í Suðuroynni upp í meginøkið, og ein slíkur elkaðal eigur sjálvandi at verða lagdur í Suðuroyartunnilin. Háspenningslinjur eru lagdar til Sands, men ikki til Skarvanesar. Tí kostar tað 15 mió. meira at leggja elkaðal til Suðuroyar umvegis Skarvanes samanborið við av Sandi.
GRÓTIÐ
Meðan P/F Suðuroyartunnilin ætlar at leggja grótið úr norðara parti av undirsjóvartunlinum í lendið við tunnilsmunnan á Skarvanesi, verður skotið upp, at grótið frá alternativu linjuføringini verður koyrt beinleiðis til Skopunar og/ella Gomlurætt, har tað í samstarv við kommunurnar kann leggjast út til ídnaðarøkir.
Tað er ikki so langt at koyra av Sandi, og mett verður, at kostnaðurin av at flyta grótið og leggja tað út til ídnaðarøkir áðurnevndu støð er uml. 45 mió. Tá er t.d talan um ídnaðarøkir í Skopun og á Gomlurætt, ið eru ávikavist 65.000 og 50.000 fermetrar til støddar, ella tilsaman 115.000 fermetrar. Við dagsins prísum á ídnaðarøkjum í Streymoynni, hava hesi økir eitt søluvirði á góðar 170 mió. Harvið er nettovirðið á grótinum úr norðara parti av undirsjóvartunlinum knappar 130 mió.
Í Suðuroynni hevur Tvøroyrar kommuna boðið sær til at taka alt grótið, ið kemur út í sunnara enda av undirsjóvartunlinum. Sum skilst ætlar kommunan at brúka grótið til at gera ídnaðarøki við Drelnes. Somu fyrimunir eru her sum norðanfyri.
Yvirskipaða trýstið á náttúruna í Føroyum minkar av at fáa nýggj ídnaðarøkir við úfylling.
SAMANUMTIKIÐ
Eg eri púra sannførdur um, at alternativa linjuføringin er tann besta. Farleiðin er bíligari, styttri og verður hon borað upp til Skúvoyar ístaðin fyri niður úr Skúvoynni, so eru náttúruárinini lítil bæði í Sandoynni og í Skúvoynni.
Vit hava skyldu til at gera fyrireikingararbeiðið til lítar. Og sjálvandi skulu vit projektera ta linjuføringina, sum gevur ta bestu samfelagsnyttuna.
Hetta fer, til tjúgund og síðst, eisini at økja um sannlíkindini fyri at verkætlanin eydnast.
Erling Eidesgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



