BirkBloggur: Tinghúsið, tað sum er á Vaglinum, og ikki tað samhaldsfasta, sum undur sama navni er uppi á Hjalla, var púra laiv í Breddanum í Útvarpinum í morgun. Sjálvt undir kønu og greiðu hondini hjá vertinum, Marjun, í henda knappa útvarpstíma, kann eg ikki annað enn sanna, at týska og seinni eisini enska frammandaorðið braindrain er poppað upp úr orðabókadvalanum og hevur rakt nýggju tingsamansetingina í ólukkumát.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



