Ein stórur roysningur vitjar í morgun í Vági.
Roysningur líkist nakað einum risastórum kópi, men tó við tí muninum, at bæði kynini hava langar høggtenn. Roysningurin er fyri tað mesta í Grønlandi og Kanada, men hevur onkuntíð áður verið at sæð í Føroyum, eitt nú í 2010. Tann roysningurin bleiv merktur og varð millum annað sæddur aftur í Íslandi og Svalbard.
Roysningur sær dovin út, men sagt verður, at hann kann bíta frá sær og flyta seg skjótt eftir landi um hann kennir seg hóttan, so best er ikki at fara ov nær.
Sí videobrot sum borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, hevur lagt út, niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



