Tað hevur verið tosað leingi um, at tað er avbjóðandi fyri fólk at seta búgv, tí tað er ov dýrt at byggja, og eftirspurningurin eftir býlum at keypa er størri enn útboðið.
Samstundis hevur tað víst seg, at prísurin fyri at leiga hjá almennu bústøðum er ov høgur, og hetta skyldast ov høgan byggikostnað.
At byggja seg út úr avbjóðingini vísur seg tí ikki at verða loysnin. Eru aðrar loysnir…?
Sjálvt um tað ikki fyriliggja konkret tøl, er tað alment kent, at fleiri borgarar eiga fleiri enn eitt hús. Enntá eru fyritøkur, sum eiga sethús í t.d. Havn. Hetta kann síggjast við at blaða ígjøgnum Kortal.fo eitt leygarkvøld.
Hvat gagn hevur samfelagið av, at sethús og íbúðir eru investeringsobjektir?
Hesar íløgur geva umleið 8% avkast um árið (skattafrítt) umframt eina høga húsaleigu. So tað er væl skiljandi, at kapitalurin ferð henda vegin.
Ognarskattur hevur verið nevndur sum møguligt amboð at gera tað minni áhugavert at fremja hesar íløgur, men um hann ikki er sera høgur, hevur hann øvuta virkna, og ognarskatturin verður bara lagdur omaná leiguna hjá leigaranum.
Tí er ognarskattur ikki rætti heilivágurin til lítla útboðið av býlum.
Bústaðarskylda er eitt annað amboð, sum eftir mínum tykki er nógv meira effektivt, tí tú kanst ikki búgva á tveimum støðum samstundis, og tú verður tí noyddur at selja ogn nummar tvey.
Man kundi eisini viðtikið, at tað bert skal vera ein persónur, sum eigur húsið, og harvið gerst tað eisini ómøguligt hjá fyritøkum at keypa sethús.
Tú kanst eisini spyrja, hví ein fyritøka skal eiga eini sethús?
Fyritøkan kann keypa ein vinnubygning, ella leiga seg inn í ein kjallara onkustaðnis.
Tað skal sjálvandi standa einum og hvørjum frítt at leiga út eina íbúð í kjallaranum, og her átti leigan verið skattafrí, um leigað verður til ein føroying.
AirBnB átti harafturímóti at verið skattað sera hart.
Hesi tiltøk høvdu sjálvandi rakt onkran eitt sindur meint. T.d verður onkur noyddur at selja síni 2 hús og harvið heystað stóra vinningin av íløguni.
Onkur annar hevði verið noyddur at selt húsini, sum viðkomandi hevur arvað eftir ommu síni, og hann kundi tá fingið inntøkuna av søluni.
Men álvaratos, er her ikki talan um luksustrupulleikar, sum hinvegin kundu verið við til at loyst ein samfelagstrupulleika?
Marknaðarkreftir eru væl royndar, og vit kenna sera væl virknaðin av t.d. um útboðið av býlum er hægri enn eftirspurningurin, tað fær nevniliga prísin at lækka.
Verður minni bygt, er tað eisini sannlíkt, at byggikostnaðurin fer niður.
Støðan júst nú er bara beint tann øvuta.
Blíðar heilsanir
Kristjan Petursson
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



