Sørvágs kommuna: Hiddenfjord fer at seta smolt út í smoltslangum tvørtur um Sørvágsfjørð, sett verður út frá parkeringsplássinum við Breiðá og yvir til alibrúkið framvið Múlanum.
Smoltslangan er væl merkt við reyðum boyum/ blinkljósum pr. hvørjar 100 metrar.
Byrjað verður mikudagin 6. mai 2026 og arbeiðið heldur fram til og við sunnudagin 10. mai 2026, í hesum tíðarskeiði er fjørðurin avsperraður.
Vísandi til kort, so kunnu smábátar sigla innanfyri alibrúkini, sum liggja framvið Múlanum.
Ein bátur frá Hiddenfjord kemur at liggja á fjørðinum, meðan fjørðurin er avsperraður.
Teir lurta á VHF kanal 16.
Eru ivamál kann ringjast á tlf. 230415 ella 277066.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



