Fólk gloyma tað tú segði. Og tey gloyma tað tú gjørdi. Men tey gloyma ongantíð kenslurnar, tú vakti í teimum
- Maya Angelou

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólk gloyma tað tú segði. Og tey gloyma tað tú gjørdi. Men tey gloyma ongantíð kenslurnar, tú vakti í teimum
- Maya Angelou
Politikkur

Svar uppá fyrispurning nr. 52-086/2025 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um undantak sambært eftirlønarlógini.

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvørjar eftirlønarskipanir uttanlands eru undantiknar sambært eftirlønarlógini?

2. Hvussu metir TAKS um, hvør skipan er nøktandi?

3. Hví verða borgarar kravdir eftir eftirlønargjaldi í Føroyum, hóast teir gjalda til nøktandi eftirlønarskipan uttanlands?

Svar til spurning nr. 1-3: 
Sambært § 3, nr. 18 í eftirlønarlógini ásetir landsstýriskvinnan nærri reglur um, hvat er at meta sum ein nøktandi eftirlønarskipan uttanlands.  

Kunngerð nr. 52 frá 19. apríl 2023 um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan. § 1, stk. 5 í kunngerðini ásetir, at “Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður roknað inngjald til lívrentu, lutaeftirløn ella líknandi eftirløn, har í minsta lagi 75% fer til leypandi útgjald.”

Við støði í hesi áseting eftirkannar TAKS, um persónur hevur goldið til slíka skipan, har minst 75% fer til leypandi útgjald, tað er lívrenta, lutaeftirløn ella líknandi.  

Harafturat eftirkannar TAKS, um inngjaldið er á sama støði, sum kravt í eftirlønarlógini, tað vil siga 12% av inntøkuni í 2026.

Sum eftirlønarlógin er í dag, so loyvir hon bert undantak frá at rinda til eftirløn sambært eftirlønarlógini, um útlendska skipanin verður mett nøktandi.

Tí verður persónur kravdur eftir eftirlønargjaldi sambært eftirlønarlógini, um útlendska skipanin ikki verður mett nøktandi.

Verður uppskotið, sum liggur í Løgtinginum, LM 034/2025 samtykt, so verður frameftir heimild at mótrokna inngjaldið uttanlands, soleiðis at TAKS bert fer at krevja gjald í Føroyum samsvarandi muninum millum inngoldið uttanlands og kravda gjaldið sambært eftirlønarlógini.  

Tinganes, 17. februar 2026 
Ruth Vang 
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #