Einastaðni í Føroyum situr ein dama við eini rokning uppá kr. 76.956,-. Rokningin er fyri ein vatnskaða sum hendi tann 10. sep. 2025, tá eitt rør fór og gjørdi stóran vatnskaða í húsum hennara. Harumframt kemur ein rokning fyri liðugtgerð av umvæling. So, alt í alt, kemur hettar at gera damuna einar hundrað túsind krónur fátækari.
Skadda daman hevur fingið eitt nummar frá Betri Trygging (BT), skaðanummar 356474. Og BT sigur bart út at daman hevur sjálv ábyrgina av at skaðin hendi. Ábyrgdarloysi. Hon er endaliga avvíst !
Hvussu kundi hettar enda so galið?
Húsini eru bygd fyri 45 árum síðan. Bygd av fakfólki. Og í 45 ár hevur hendan daman svarað sínar skyldur yvirfyri Tryggingarsambandi Føroyar (TF), og seinni yvirfyri seinni Betri Trygging.
Nú kundi hon so sova væl. Heilt til tann 10. sep. farna ár.
Hokus Pokus
Ein 37 ára gamal guru hjá Betri Trygging hevur uppfunnið ein dato, 28. aug. 2025. Hettar er ikki nakað heksarí. Daman sigur seg ikki at hava aning um hvar hesin dato kemur frá. Men tryggingar guruin hevur vistnokk afturroknað seg til skaðadagin. Og ástendur at skaðin ikki hendi 10. sep., men tólv dagar fyrr. Nevniliga tann 28. aug. Og tað sigur hann seg kunna dokumentara.
Skaðadaman veit at, hon var í kjallaranum, sunnudagin, tveir dagar áðrenn skaðan. Hon hevur part av bundnaverkstaði sínum har niðri. Og gongur altíð á leistum har. Hendan dagin fór hon tó niður í boksina eftur døgurðamati.
Týsdagin, skaðadagin, var hon aftur niðri í kjallaranum, eisini á leistum. Og tá bleiv hon vát um føturnar. Hon sá tað dryppaði undan loftinum.
Hon ringdi til Betri Trygging klokkan 10.13 um at fáa ein sýnsmann. Hon hoyrdi onki aftur. Um kvøldi gerst hon stúrin, og ringir so til ein rørleggjara. Hesin kom nokkso skjótt og rørleggjarin staðfestir at lekin var aftanfyri uppvaskimaskinuna í køkinum. Hann fekk tikið uppvakimaskinuna út og fekk stongt fyri vatninum.
Sýnsmaðurin kom dagin eftir kl. 15.34. Hesin gav skaðadamu no. 35674 boð um, at fáa fólk at umvæla skaðan.
Dagin eftir komu tveir handverkarar, men nei ! Hesir vóru ikki nakrir ársungar. Teir vildu onki gera fyrr enn teir høvdu fingið boð frá sýnsmanninum sjálvum um hvat teir skuldu gera. Sýnsmaðurin kom so aftur dagin eftir kl. 12.41. Og saman samdust handverkarar og sýnsmaður hvat sum skuldi gerast.
Har stóðu 4 fólk og vóru vitnir til samtaluna, hendan dagin, Men tryggingar sjefurin hjá Betri Trygging heldur fast um at har var ongin avtala gjørd um nakað sum helst.
Nýggjar tíðir, nýggj fólk
Víst og satt, so var eitt orð eitt orð. Tað var tíðin, tá vit høvdu Tryggingarsamband Føroya. Í eini 60 ella 70 ár kundu vit sova trygt og væl. Tí húsatrygdin lá í verðins bestu trygging. Og vit bistu hvat vit høvdu. Men tíðir broytast. Og við nýggjum tíðum koma nýggjir menn.
Hesin 37 ára gamli tryggingarguru veit hvønn hann er settur til at umboða. Skaðadaman fær at vita, at hon skuldi regluliga tikið fram uppvaskimaskinuna, fyri at sjekka fyri lekkasju. Hon átti at vita at har var ein risiko fyri vatndkaða. Men maskinan var likasum innbygd. Har máttu handverkarar til at gera hettar arbeiði.
Men har er ongin bøn, tí sigur Betri Trygging;
”Skaðin er ikki hendur tilvildarliga og bráðliga. Lekin er hendur yvir eitt longri tíðarskeið, inntil vatnið finnur sær veg út gjøgnum bloyttu pláturnar og dryppar á gólvið.”
Tað vóru góðir handverkarir, sum fyri bygdu hús hennara. Bygt av einslistum. Men rættuliga hopleyst hjá skaddu damuni at venda sær til handverkarnar sum fyri 45 árum síðan vóru í besta aldri. Hvat so ?
Fyri 4 árum síðan ringdu tey frá Betri Trygging. Tey vildu at hon skuldi verða ordiliga tryggja. Og eftir teirra ráðgeving fór puljan fyri hús og bil, upp úr ca. kr. 16.000,- uppí kr. 20.162,- pr. ár. Og nú stendur hon og kennir seg sum býttasta fólki í Føroyum. Slet uppá fjall, av teim hon legði síni hús í hendurnar á.
Á donskum eitur hettar “bondefangeri”. Á føroyskum kallað vit tað grovt “at reyvrenna fólk”
Tann skadda daman hevur fingið sær ein góðan advokat til at umboða seg. Hesir kosta einar 2.500 kr. pr. tíma.
Advokaturin skrivar til Betri Trygging, at vatnskaðin er vegna eitt rør sum er farið. Eitt rør millum skins og hold. Eitt fjalgt rør. Og at hettar er hent momentant.
Men BT stendur fast; ”Vísandi til viðheftu myndir, so hevur tað likið yvir eitt longri tíðarskeið, tí sokkulin og pláturnar eru vátar og svartar. Hettar hendir ikki eftir stutta tíð”.
Klagan er avvíst!!!
Betri Trygging hevur vissuliga lagt seg á ein annan standard, tá tey tolka ein skaða. Nú er tað ikki nokk at rør hava verið fjalgd í 45 ár. Nú skullu rør verða so væl innbygt, inni í vegginum, at veggurin má skræðast niður, fyri at koma inn til rørini.
Tá advokaturin framførir at uppvaksimaskinan hevur staði har í 45 ár, og ikki kann takast út uttan av fakfólki, so svarar Betri Trygging til klaguna frá advokatinum :
”Niðurstøðan verður fasthildin”!!!
Tað er ongin troyst í tí juridisku vegleiðing sum Betri Trygging vísir til. Eftir hesum skuldi skaðadaman hava sjekka § 30 í tryggingarlógini um; ”Seyring av vatni í sethúsum”.
Og skaðadaman skuldi líkaleiðis havt sjekka § 35 í Tryggingarlógini um; ”Vatnskaða frá einum fjaldum røri” .
Uppaftur meira skuldi skaðadaman hava sett seg inn í líknandi sakir, sum eru at finna hjá ”Ankenævnet for Forsikring”. Tí har eru fleiri líknandi mál, sum ikki geva henni viðhald.
Alt í alt hevur hon víst ósketni, og hevur ikki liva upp til tey krøvini, sum Betri Trygging setir til sínar kundar.
Men skaðadaman no. 356474 fær eisini at vita, at hon er framvegis vælkomin til enn einaferð at klaga til Betri Trygging, viðmerkt, ”Kæruviðgerði”.
Og hon fær at vita frá BT, at hon er eisini vælkomin til at klaga til ”Ankenævnet for Forsikring”.
Advokaturin hevur svara aftur við at stevna Betri Trygging. So næsti leikur í skaðanummari 356474 verður í Føroya Rætti.
So er tað tað! Hevur skaðadaman valt rætt?
Skuldi hon ikki bara hava goldið hesar ca. hundrað túsund fyri at fáa frið? Men ilt at gjalda av pengum sum ikki eru har. Og ikki lætt at fara í bankan á knøðum, við eini arbeiðaraløn, tá tað stundar til pensjónsaldur.
Betri Trygging hevur eitt væl útvalgt toymi av advokatum. Hesir smæða seg ikki vekk undan eini tímaløn, sum fær okkum onnur til at blikna. Og vinnur advokattoymið hjá Betri Trygging, hvat so?
Tá kann daman aftanfyri skaða no. 356474 lættliga blíva aðrar hundað túsund krónur fátækari.
Vit onnur sum hava hús, sum í 65 ár trúðliga hava goldið til hettar sama tryggingarfelag. Vit kunna bara siga, at Betri Trygging hevur valt sær tey røttu toymini til hesa nýggju og krevjandi tíðina. Ein tíð, sum krevur alt støtti fokus á størri yvirskot. Og tey vita hvaðani tað størra yvirskotið skal koma.
Men hesi toymini flyta seg alt meira burtur frá okkara fyrr heiðurskrýnda ”Tryggingarsamband Føroya”. Burtur frá teirri tíðini, tá vit løgdu alt okkara hússetur í hendurnar á nøkrum vildi okkum væl.
Betri Trygging er nú av álvara er farin undir at saðla um, yvir á annan hest.
Kanska er tíðin eisini komin hjá okkum øðrum til at saðla um. At finna aðrar tryggari loysnir, so vit aftur kunna sova trygt um náttina.
Rune Nolsøe
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



