Fólk gloyma tað tú segði. Og tey gloyma tað tú gjørdi. Men tey gloyma ongantíð kenslurnar, tú vakti í teimum
- Maya Angelou

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólk gloyma tað tú segði. Og tey gloyma tað tú gjørdi. Men tey gloyma ongantíð kenslurnar, tú vakti í teimum
- Maya Angelou
Vinna

Úrslitið hjá Articon, sum er ein av stóru byggifyritøkunum í Føroyum, minkaði nógv í fjør. Úrslitið eftir skatt var 26 mió kr sum skal samanberast við 47,7 mió kr ári frammanundan, sum tó var metár. 

Sølan minkaði samsvarandi úr 797 mió kr í 2024 til 582 mió kr í fjør.

Men kostnaðir av ymsum slagi minkaðu, so tí endaði árið, sum tað gjørdi, og tað er leiðslan nøgd við, sigur hon í frágreiðingini.

Fíggjarstøðan hjá Articon javnvigaði við 334 mió kr á nýggjárinum og eginognin var 67 mió kr.

Útlutaða vinningsbýtið í ár er júst tær 26 milliónirnar sum vinningurin ljóðaði uppá. Tað er lítið í mun til árið fyri, tá vinningsbýtið var 170 mió kr, men tað hevði samband við, at fyritøkan varð seld til donsku byggifyritøkuna, Per Aarsleff Holding A/S. 

Stjórarnir sum hava undirskrivað roknskapin eru Sunnvard Andreasen, Jens Christian Danielsen og Torleif Waagstein.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #