Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Lesarin skrivar

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Passar tað, at tríggjar vindmyllulundir — við samlaðari uppsettari orku á 120 MW — nú eru steðgaðar?

Og at hesar tríggjar lundir, við eini vanligari miðalnýtslu á 42%, kundu framleitt:

120 MW × 0,42 × 8.760 tímar = 441.504 MWh um árið.

Fyri at framleiða somu orkuna á einum dieselkraftverki krevjast minst 90.000 tons av tungolju um árið.

Fyrsta mai var prísurin í Rotterdam á tungolju 664 USD/tons. Leggja vit 10% afturat fyri flutning til Føroya, er prísurin 730 USD/tons. Við dagsins kursi svarar hetta til 4.651 kr/tonsi.

Tað merkir, at samlaði oljukostnaðurin fyri hesa orkuframleiðslu er:

90.000 tons × 4.651 kr = 418.590.000 kr.

Passar tað, at vit føroyingar vilja gjalda 418,6 milliónir krónur um árið…

…fyri at brenna 90.000 tons av tungolju, sum geva eitt CO₂-útlát á umleið 280.000 tons um árið,

…heldur enn at gjalda 0 — ja NULL — krónur fyri at heysta vindorkuna, sum vit longu eiga?

Vit keypa oljuna. Vit eiga vindin. Og vit gjalda ikki eitt oyra fyri sjálva orkuna úr vindinum.

ES: “Alt er ikki roknað við”

Onkur vil kanska siga, at okkurt manglar í roknistykkinum.  Men nei — alt er roknað við. Oljan kostar okkum

hundraðtals milliónir og stórt CO₂-útlát. Vindurin kostar okkum einki og dálkar einki.

Spurningurin er tí einfaldur: Hví velja vit dýru og dálkandi loysnina?

Kristin Rasmussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #