Vit føroyingar - úr øllum heiminum: Dr. Kalpana Vijayavarathan-R er dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Hon er Ph.d. í frálæru í enskum sum fremmandamál í Føroyum.
Kalpana flutti til Føroya í 1991 av kærleika. Tað serliga var, at hon flutti ikki til ein føroyskan mann, men til ein indiskan, sum frammanundan var fluttur til Føroya.
Kalpana hevur verið sera virkin í føroyska lestrarumhvørvinum hesi 35 árini, og hon heldur heilt greitt, at føroysku politikararnir tosa nógv um integratión, men gera lítið og onki við tað.
Kalpana Vijayavarathan-R er ein av luttakarunum í bóka- og margmiðlaverkætlanini "Vit føroyingar - úr øllum heiminum"
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



