Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Andstøðulimir í bæði Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava funnist hvassliga at heimildini, ætlanin er at geva Sirið Stenberg viðvíkjandi tveimum russikum reiðaríum, sum byggir á gitingar

- Eg havi eina vón um, at tað fer at bera til at koma á mál við hesum arbeiði innan trý ár, sigur landsstýriskvinnan

Tað er skjótt at fáa ta fatan, at tey flestu sum sita í Løgtinginum als ikki taka undir við uppskotinum at herða tiltøkini ímóti Russlandi

Landsroynd longu í 4. flokki kann taka ov nógv av tíðini frá tí praktiska og kannandi arbeiðinum, sum skal vekja forvitnið og menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir hjá næmingunum

- Hetta merkir, at tey kunnu gera sum teimum lystir, samanleggja vinnuskúlar og miðnámsskúlar, stovna ella niðurleggja breytir á miðnám, hækka avgjøld, og annars útskriva kunngerðir so galið tey vilja, hóast tey eru uppsøgd

Tað er lítið og einki, sum talar fyri, at skipini, sum hava loyvi at fiska við Føroyar, fremja brot á lógina ella fiskivinnuavtaluna

Fólkafloksumboðini í Tórshavnar Býráð leggja uppskot fram á fundinum í dag

Uppskotið at víðka um heimildirnar hjá landsstýrinum at herða tiltøkini ímóti Russlandi kemur til aðru viðgerð á tingfundinum sum verður í dag

Fyri fyrstu ferð eru børn nú hoyrd í sambandi við lógarsmíð í Føroyum. Tað er barnalógin, sum verður smíðað. Henda lógin skal tryggja rættindi hjá øllum børnum og ungum, soleiðis at aðrar lógir, sum viðvíkja børnum og ungum, hanga betur saman

Løgtingsfundurin byrjar nú klokkan 13

427 atkvøddu fyri, bert ein ímóti

Fólkaflokkurin vil broyta avskrivingarlógina, so tað ber til at avskriva, sjálvt um talan ikki er um 10 íbúðir

Kunngerðin kom í gildi 1. august. Nú eru vegleiðingar tøkar, so tað er lættari fyri arbeiðspláss at skilja og fremja ásetingarnar í kunngerðini

Tey, ið atkvøddu ímóti vóru tingfólk úr Framsókn og Javnaðarflokkinum, meðan onnur tingfólk úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi atkvøddu fyri

Hækkingin av lestrarstuðlinum er ein liður í eini ætlan, sum skal fáa ung at velja at lesa í Føroyum

Tá Trygdarráðið atkvøddi vóru øll fyri uttan Russland og Kina sum ikki atkvøddu

Hósdagin samtykti eitt einmælt løgting lógaruppskotið, sum hækkar hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku úr 27.779 krónum í 31.000 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald

Her eru myndir frá landsfundinum hjá Fólkaflokkinum sum var hildin í Klaksvík í gjár

Á fundunum vóru millum annað talgilding og handil umrødd, sum eisini er nevnt í semjuskjalinum millum Føroyar og ES, sum varð undirskrivað í fjør

Í skrivandi løtu verður landsfundurin hjá Fólkaflokkinum hildin í Skálanum í Klaksvík. Beinir Johannesen, formaður, varð í morgun einmælt afturvaldur sum formaður floksins. Her kunnu tit lesa formansgreiðingina

Broytingin fær gildi longu í morgin

Bara ein limur í Vinnunevndini mælir frá at samtykkja uppskotið

- Uppskotið átti tí at verið tikið aftur, tí Løgtingið kann ikki viðgera eitt uppskot, hvørs innihald vísir seg at verða bygt á leysar pástandir og á, hvat onnur halda

Ein meiriluti og ein minniluti mæla tinginum til at samtykkja málið. Tveir minnilutar mæla frá

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, í samband við málið um skúlan á Fløtum sum ætlar sær dýra uttanlandsferð

Aðalstjórin í danska Fíggjarmálaráðnum, Kent Harnish, hevur fingið eina tænastuliga ávaring eftir at hava brotið ferðslulógina seks ferðir síðani 2019

Løgmaður tikið avgerð um, at Elin Mortensen verður ikki aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum kortini. Ístaðin verður hon deildarstjóri í Vinnumálaráðnum

Fleiri atkvøðugreiðslur vera á tingfundinum seinnapartin

Donald Trump, forseti, hevur sett sítt navn undir avtaluna sum ger, at stovnar og annað sum hevur verið stongt í 43 dagar nú kann lata upp aftur

Er undirskrivað av Føroyum, Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Álandi

Løgtingið skal atkvøða í málinum í morgin

Eftirlitsnevndin í Umboðsmannatinginum, har republikanarar hava meiriluta, hevur nú almannakunngjørt 20.000 síður av skjølum frá búnum eftir Jeffrey Epstein

- Sum føroyingur, búsettur í Keypmannahavn og politiskt virkin, ætli eg at forða fyri, at henda ætlan verður gjørd til veruleika

Og tað er eingin "joke" tí eitt brand er eitt brand

- Tíðarpress er eitt kent valdsamboð, sum verður brúkt fyri at fáa sín vilja. Antin ert tú við ella eisini ert tú úti í kuldanum

Ukrainski løgmálaráðharrin má leggja frá sær eftir stórt korruptiónsmál í orkugeiranum

Løgtingið hevur samtykt at geva barnafamiljum størri barnafrádrátt frá nýggjárinum

Ein kanning hevur gjøgnumgingið fyrrverandi kanningar um sambandið millum inntøku av paracetamol hjá barnakonum og autismu hjá barninum. Niðurstøðan er greið

Ein meiriluti í Senatinum hevur atkvøtt fyri at gera enda á metlanga stongslinum av stórum pørtum av almenna sektorinum í USA

Millum annað skulu tingfólk viðgerða uppskot um at hækka barnafrádráttin og um at loyva fisking við tvítroli

Løgfrøðiliga toymið aftanfyri Donald Trump hevur trý krøv til BBC sum skulu eftirlíkast áðrenn klokkan 22 tann 14. novembur

Kirkjurnar hjá Føroysku fólkakirkjani eru fyrst og fremst bygningar, har mennskju hava samfelag við Gud, og tí hevur atgongdin til kirkjurnar høga raðfesting

Senatið nærkast eini atkvøðugreiðslu um at fáa ein enda á stongslinum, sum nú hevur varað í 40 dagar, tað longsta í amerikanskari søgu

Hannah Mary Goodlad skal hitta løgmann, umboð fyri vinnuna og SEV

Samríkisflokkarnir eru tapararnir

Tað er ein klassikari sum føroyskir politikarar ongantíð verða móðir av at tosa um. Ríkisveitingin úr Danmark. Fylg við her

- Og eisini um uppsøgdu landsstýrisfólkini hava avmarkað rásarúm til 1. desembur

Danskir miðlar fingu orð á hann í dag

- Virksemið hjá grunnunum er enn sum áður skipað í sjálvstøðugum grunnum, eins og aðrir almennir grunnar

Landsstýrið hevur í hesari vikuni kunngjørt nýggju samansetingina av landsstýrisfólkum. Í sama viðfangi hevur landsstýrið valt at víkja frá síni egnu meginreglu um javna kynsumboðan

# #