Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Í nýggjari veljarakanning siga 12,2 prosent av veljarunum seg vilja velja Danska Fólkaflokkin, um val var í dag. Tað ger flokkin til nógv tann størsta flokkin í bláa blokkinum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at leggja innflutningstoll upp til 100 prosent á útlendskar dronur. Tað skrivar Hvíta Húsið á heimasíðuni

MEGD legði á fundinum dent á, at samstarvið millum áhugafeløgini og politisku skipanina er ein av lyklunum til at flyta brekøkið fram á leið

- Sambært Heilsutrygd er ætlanin at søkja eftir kommunulækna til nýggju viðtaluna í Vágum í september í ár

- Hvussu langt er arbeiðið við at gera útvarpssamband í Viðareiðistunlinum komið?

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, ákærir USA fyri at taka avgerðir grundaðar á skeivar upplýsingar

Á almennu heimasíðuni hjá amerikanska forsetanum, WhiteHouse.gov, verða tey vitjandi vælkomin við stórum bókstavum: “VÆLKOMIN TIL GULLØLÐINA!”

- Hvaðani kemur kravið um, at eitt far skal vera meira enn 20 BT, fyri at siglingstíð við farinum skal verða góðkend sum siglingstíð til útbúgvingar í Føroyum?

- Nýliga var undirritaða á fundi við blaðið Kvinnu, har eigararnir greiddu frá, hvussu henda skipanin leggur eina óneyðuga fíggjarliga byrðu á útgávuna

Trump fór í loyniligum flogfari eftir NATO-toppfundin orsakað av bráðfeingis trygdarhóttan

Vinstravongurin í demokratiska flokkinum upplivir í løtuni óvanligt momentum - orsøkin er versnaði livikostnaðurin og so mótstøðan móti Ísrael

- Verða nøkur krøv sett viðvíkjandi føroyskum málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi?

Hægstirættur í Russlandi noktaði í dag liberala flokkinum Yabloko at stilla upp til tjóðartingsvalið í septembur

Eftir fleiri mánaðir við hóttanum um nýggj álop á Iran, gevur Donald Trump boð um eina heilt aðra stratesji. Hann fer nú at lata búskapin gera arbeiðið

- Tað verður stórt at síggja okkara ítróttafólk vísa síni kynstur tá ið Føroyar verða vertir fyri Oyggjaleikirnar í 2027.

Forsætisráðharrin í Danmark, Mette Frederiksen, undirstrikar nú, at Evropa er bygt á ein kristnan mentanararv, og at hon er til reiðar at verja hann

Íslendsku samráðingarnar kunnu hava stóran týdning fyri Føroyar og Føroyska kjakið um ES-limaskap, heldur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður

- Ísland fer ikki at lata ræðið á fiskivinnuni frá sær í eini møguligari avtalu um ES-limaskap, sigur íslendski uttanríkisráðharrin, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir

Russiski forsetin stendur fyri síni helst størstu tvístøðu, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri meira enn fýra árum síðan: Skal hann góðtaka, at fronturin mest sum stendur í stað – ella skal hann seta nógv størri hermegi inn við at kalla hundraðtúsundtals eyka herfólk inn?

– Vit kunnu vátta, at okkara vápnaframleiðarar longu hava nátt kravda støðinum, skrivar Zelensky á Telegram

- Metir landsstýrismaðurin, at tænastuboðini til Búnaðarstovuna um at taka seg úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík vóru lóglig og saklig?

Kanningin skal hava fingið kotunavnið "Oxferd Comma", vísa útgivin skjøl

Trump-stjórnin hevur endurgoldið umleið 100 milliardir dollarar í tolli – áleið 647 milliardir krónur

- Frihedsbrevet hevur í dag grein um undirritaða og spurningin um fleiri fiskidagar til bólk 5B

Í morgun hevur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum verið og kunnað Uttanlandsnevndina um fund millum landsstýrismannin í uttanríkismálum og danska verjumálaráðharran, skrivar KVF

- Hvørja ávirkan metir landsstýrismaðurin tað hevur, at byggideildin verður býtt sundur á ymisku stjórnarráðini?

Hetlendingar hava i longri tíð hugt við longum eygum eftir føroysku tunlunum. Nú hevur skotski miðilin The National spurt løgmann, hvat hann heldur

Abdul El-Sayed (41) kann vinna demokratisku uppstillingina í Michigan

- Í 2030 var ætlanin at øll elframleiðsla á landi skuldi verða grøn. Tað var málið, sum politiskt bleiv sett

Høgni Hoydal spurdi uttanríkisráðharran um ætlanin er at seta á stovn sendistovu í Grønlandi

- Bíðilistin til børn og ung, sum skulu útgreinast, veksur. Tað er gott, at tey, sum hava tørv á hjálp, fáa hjálp

- USA skal ikki ráða yvir okkum. Tað klára vit bara væl sjálvi, skrivar formaðurin í Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, á Facebook

Forsetin hóttir við at 'hálshøgga', um Iran ikki skrivar undir avtalu

Í USA hevur ein samgonga við 25 statum undir leiðslu av demokratum saksøkt Trump-stjórnina, og sigur, at forsetin misnýtti sín myndugleika, tá hann setti øktan toll á 60 lond í juli

- Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag

- Hvussu ofta seinasta árið, hevur sjúkraflutningsdepilin, støð 30 í Miðvági, verið uttan manning ella uttan tøka sjúkraflutningsvakt?

- Eg taki undir við lógaruppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026

- Í dag eru tveir mannligir kommunulæknar knýttir at læknaviðtalunum í Vágum. Fleiri borgarar hava víst á ynski um eisini at hava møguleika at velja kvinnuligan kommunulækna

Einki hevur verið at hoyrt úr Løgtinginum á heimasíðuni hjá KVF, men nú hoyrist heldur einki á heimasíðuni hjá Løgtinginum. Dagføring: Ljóðið komið aftur á heimasíðuni hjá Løgtinginum

Ísrael hevur boðað USA frá síni stúran um Gasa-ætlanina, sum Donald Trump, forseti, júst hevur róst

Fráboðanin kemur, eftir at amerikanski forsetin, Trump, segði í gjár at nýggjar samráðingar verða við Iran í dag

Nýggj kanning vísir, at nógv í USA stúra fyri tí sum stendur fyri framman, nú miðskeiðisval verður um tveir mánaðir

Runt eitt blankt borð sita gomlu stuðlarnir hjá Trump. Nú ætla tey nakað sum veruliga kann skaka republikanarar

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur verið virkin á síni sosialu miðlasíðu Truth Social í dag

Ísraelski trygdarmálaráðharrin, Itamar Ben-Gvir, skrivar í einum uppslagi á X, at uppskotið til avtalu við Hamas "verður ikki góðtikið"

- Vit góðtaka ikki endurtøku av 2015. Óstýrd tilflyting er ein hóttan móti Europa. Og móti Danmark

- Slúsurnar kunnu ikki bara halda á at vera opnar í Føroyum fyri ófaklærdari arbeiðsmegi allastaðni frá. Einki land kann vera vælferðarsamfelag og hava opin landamørk

Finski innanríkisráðharrin, Mari Rantanen, stuðlar italsku áheitanini um at útihýsa Spania frá Schengen-samstarvinum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðar frá, at ein søgulig avtala er gjørd um fullkomna avvápning av Hamas og øllum øðrum vápnaðum bólkum í Gasageiranum

Hækkingin fer úr 18 upp í 22 prosent, men verður bert galdandi fyri fíggjarfyritøkur

# #