Fróðskaparsetrið: - Vit hava øll valt at lesa í Føroyum, og vit hava øll valt Fróðskaparsetur Føroya. Í dag fara vit út í samfelagið við ábyrgd, fakligheit og viljanum til at gera mun. M.a. soleiðis segði Marjun Nicodemussen m.a. í røðu síni sum umboð fyri tey lesandi, sum fríggjadagin fingu prógv í ávikavist sjúkrarøktarfrøði og hjánámi í føroyskum.
Fríggjadagin 30. januar 2026 var prógvhandan í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn við tónleiki, røðum hjá rektara, landsstýriskvinnu í almenna- og heilsumálum og umboði fyri lesandi.
Fyri fýra árum síðani fór Fróðskaparsetur Føroya á fyrsta sinni undir at taka ein flokk inn á útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á vetri, umframt um summarið.
Fríggjadagin fekk hesin fyrsti vetrarflokkurin so prógv á hátíðarhaldi í Kongshøll; tilsamans 11 sjúkrarøktarfrøðingar fingu prógv, umframt tvey, sum hava staðið hjánám í føroyskum á Føroyamálsdeildini.
Sum altíð, tá prógvhandan er, var tiltakið hátíðarligt, og tey nýútbúnu í fínasta pussi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



