Reyði Krossur Føroya vil ikki útgreina lønarútreiðslurnar hjá felagsskapinum fyri seinasta roknskaparárið, hóast VP hevur biðið um eina útgreining.
Herfyri kunngjørdi Reyði Krossur Føroya ársfrágreiðingina fyri 2025. Í roknskapinum sæst, at útreiðsluposturin lønir og bygningskostnaður er meira enn tvífaldaður - úr 1,8 mió kr til 2,9 mió kr. VP spurdi, um til bar at fáa eina útgreining av postinum, men tað er ikki gjørligt, sambært skrivstovuni hjá Reyða Krossi Føroya.
- Um man hevur spurningar til roknskapin í smálutum kann man sum limur seta spurningar á árliga aðalfundinum, sigur Sissal G. Magnussen, skrivstovusamskipari, í telduposti til VP. Hon upplýsir eisini, at vøksturin í hesum útreiðslupostinum fyrst og fremst kemst av, at nógvar óvanligar útreiðslur hava verið, eitt nú til nýggja hitaskipan og umvælingar av bygningum.
- Vit kunnu upplýsa, at hækkingin ikki er orsakað av lønarkostnaði. Møguliga verður hetta meira útgreinað til roknskapin næsta ár, tað taka vit støðu til tá, sigur hon.
Tað kemur annars ikki úr púra ongum, at spurnartekin verður sett við lønarútreiðslurnar hjá hjálparfelagsskapum sum Reyða Krossi. Eitt nú í Danmark hevur í fleiri umførum verið funnist at júst Reyða Krossi, tí ein stórur partur av útreiðslunum fara til umsiting og lønir. Eitt nú í 2007, tá avisen.dk avdúkaði, at táverandi aðalskrivarin, Jørgen Poulsen, fekk eina millión í ársløn. Og í fleiri umførum hevur síðani verið havt á lofti, at lønirnar í hjálparfelagsskapum eru í høga endanum. Eftir atfinningarnar avgjørdi Reyði Krossur í Danmark at upplýsa lønirnar hjá stjóranum.
- Men tá tit eru ein hjálparfelagsskapur sum janvan er úti og biður almenningin um at stuðla, hevði tað so ikki verið uppá pláss at tit upplýstu lønirnar fyri seg, hevur VP spurt formannin í Reyða Krossi í Føroyum, Jóannes Eidesgaard.
- Her er als onki at dylja, men vit møta tíverri alt ov ofta illgitingum. Meira verður at frætta um hetta í næstum, upplýsti Jóannes Eidesgaard í telduposti til VP hósdagin.
Síðani hevur onki verið at frætt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



