Í 2025 var útflutningsvirðið hjá Føroyum 13,6 mia. kr. – tað er 1,4 mia. kr. meiri enn í 2024. Hóast methøgar inntøkur komu í landskassan, hava vit hall á fíggjarlógini.
Samgongan hevur fintað seg til eitt lítið yvirskot í 2025, men kostnaðurin av hesum er eitt størri hall í 2026.
Her er einki vunnið – rokningin kemur bara eftir valið ístaðin.
Niðurstøðan hjá Búskaparráðnum er enn greið: Búskapurin er stinnur, men landskassin bløðir.
Tey vinstrasinnaðu skuldseta ofta vinnuna og kapitalismuna fyri at býta ríkidømi ójavnt.
Men sosialisman verður sjáldan skuldsett fyri, at hon býtir fátækadømi so ókristiliga javnt.
Sosialisma er øvund, sett í politiska skipan.
Eysturríkski búskaparfrøðingurin og Nobel-vinnarin Friedrich Hayek segði: “Um sosialistar skiltu búskap, so høvdu tey ikki verið sosialistar.”
Hóast Hayek er farin, megna sosialistar um allan heimin enn at prógva hansara orð - eisini í Føroyum.
Reyður politikkur gevur reyð tøl
Við føgrum orðum sum haldføri, styttri arbeiðsviku og bíligari gerandisdag vunnu sosialistisku flokkarnir valið í 2022.
Men fígging krevst til at halda vallyftir. Alt hevur sín prís – serliga sosialistiskur politikkur.
Nú trý ár eru liðin, tala tølini fyri seg. Undirskotið á fíggjarlógini er útvið 1 mia. kr. Haldføri er vorðið til hall, og styttri arbeiðsvika mundi endað við longri arbeiðslívi.
Prísvøksturin gav dýrari gerandisdag hjá føroyingum umenn meirinntøkur í landskassan, tí at prosentvísu avgjøldini á gerandisvørum vaksa saman við prísinum.
Nú nýtt val er útskrivað, mugu vit ásanna, at útreiðslurnar øktust skjótari enn hugflogið hjá samgonguni – at skatta fólk og fæ. Men tað ber ikki til at skatta seg til vælferð.
Tú gert ikki fátæk rík við at skatta tey ríku fátæk.
Bara Fólkaflokkurin kann steðga reyðum fingrum niðri í tínum lumma.
Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



