Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
Vinna

Vinnuhúsið: Ringbúskapur kann gerast ein kappingarfyrimunur hjá fyritøkum, sum duga at gagnnýta tilfeingi betur og skapa nýtt virði úr avlopstilfari

Tað var ein av greiðu boðskapunum á LOOP Forum í Keypmannahavn í síðstu viku, har evnið í ár var “Securing resources for stronger business”. Sjóneykan varð sett á, hvussu trygg atgongd til tilfeingi og betri gagnnýtsla av tilfari kunnu styrkja vinnuligt kappingarføri.

Súsanna Berg, ráðgevi í Vinnuhúsinum, var við á ráðstevnuni. Hon heldur, at tað serliga var áhugavert at síggja, hvussu fyritøkur í verki arbeiða við ringbúskapi.

“Tað var sera spennandi at hoyra ítøkilig dømi um, hvussu fyritøkur arbeiða við ringbúskapi. Fleiri hava tikið sonevndar afturtøkuskipanir til sín, har kundar kunnu lata vørur inn aftur til umvælingar. Samstundis fáa fyritøkurnar virðismikla afturboðan frá kundunum,” sigur Súsanna Berg.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #