ROKS: Eftir ein góðan vetrarsteðg letur matstovan ROKS aftur dyrnar upp mikudagin 4. mars 2026 – og hesaferð við spennandi tíðindum: vit hava fingið okkara egna ROKS Riesling-vín.
- Í november 2025 hevði ROKS vitjan av t ýska v ínbóndanum Daniel Kurrle úr vínøkinum Württemberg, beint uttanfyri Stuttgart. Daniel hevði nakrar av sínum bestu vínfl øskum við til Føroya, og saman skipaðu vit fyri einum væleydnaðum vínkvøldi á ROKS.
- Vínini hjá Daniel gagna ðust b æði okkum og gestunum á ROKS sera væl, og tað var tá, at hugskotið byrjaði at spíra: at gera eitt serstakt vín til ROKS – eitt vín, sum bert fæst á ROKS í serligum ROKS-sniði.
- Vit smakkaðu okkum ígjøgnum vínúrvalið, og serliga ein Riesling skaraði framúr. Hon vísti seg at hóska serstakliga væl til okkara matskrá – elegant og við góðari javnvág, sum lyftir smakkirnar í matinum uttan at taka yvir.
- Nýggja vínið er ein frísk og sera væl balanserað Riesling, framleidd uttan íblandingarevni, sigur ROKS.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



