Ein russisk hernaðartyrla av modellinum MI-8 er skotin niður av landsins egnu loftverju í eini vanlukku, sum kostaði trimum hermonnum lívið.
Tað skrivar óhefti russiski miðilin ASTRA á Telegram.
Sambært miðlunum fingu eingi sivil fólk skaða í vanlukkuni, sum hendi mikukvøldið í russiska landslutinum Rostov, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



