- Eg eri bjartskygdur um, at vit hava eitt undirskrivað samgonguskjal áðrenn næsta fríggjadag, sigur Beinir Johannesen, samráðingarleiðari í stuttari viðmerking við VP.
Tað eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sum samráðast um at skipa samgongu eftir løgtingsvalið, og eftir ein steðg nakrar dagar í stilluviku hittast tey aftur til fundar í morgun.
Beinir Johannesen vil onki siga um samráðingarnar, hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til leysatíðindi sum hava verið í summum miðlum um eitt nú talið á aðalráðum og um at blokstuðulin úr Danmark skal hvørki minka ella vaksa.
- Nú verður oftani sagt, at tað er í smálutunum ósemjurnar skulu finnast. Eru tit komnir til smálutirnar?
- Vit hava tosað um allar lutirnar, men eg kann ikki siga nakað meira um tað.
- Allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava sagt seg samdar um at broyta ríkisrættarligu viðurskiftini við Danmark við sonevndu tjóðarsemjuni. Hvør fær sín vilja, tú ella Bárður?
- Tað er eisini eitt mál sum vit viðgera, men eg fái ikki sagt nakað ítøkiligt, annað enn, at vit ætla at brúka tað tíðina sum vit hava fram til fríggjadagin, tá verður alt alment, sigur Beinir Johannesen, sum er á veg á fund við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, í viðmerking við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



