Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Tiltøk

Nú nærkast til 23 mai tá Sandoy Hálvmaraton er á skránni. Aftur í ár er møguliga at velja millum tríggjar teinar, sum allir kunnu rennast ella gangast.

Teinur 1 sum er Hálvmaraton teinurin, er 21,1 km og er hann runt byrgdina á Sandi, til Søltuvíkar og aftur og runt Sands vatn, enda verður sama stað har byrja verður við kommunuskrivsstovuna á Sandi.

Teinur 2 er til Søltuvíkar og aftur, hesin teinurin er 10.9 km

Teinur 3 er runt Sands vatn, hesin teinur er 6,8 km.

Á øllum teinunum eru postar við vartn og frukt til allir luttakarar.

Á málinum fáa øll heiðursmerkir og ábit frá Mowi. Eisini er eitt stórt hoppiland, úti café, matsøla og livandi tónleikur har millum annað Bjarki V Trondesen fer at framføra.

Hvør hevur ikki hoyrt um Sandsvatn, Gróthúsvatn, Sandafløttin, Søltuvík og onnur vøkur støð á Sandi? her hevur tú møguleikan at uppliva øll á sama túrið.

Hetta er ein dagur fyri øll, tann seriøsa rennaran - familjuna - arbeiðsplássið - og annars øll sum vilja verða við til eitt hugnaligt tiltak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #